- Hvat heldur tú um Føroya størstu avbjóðing?
Tað er yvirskriftin á heimasíðuni hjá vinnumálaráðnum í morgun.
- Nú hava øll møguleikan - á heimasíðuni hjá vinnumálaráðnum - at siga sína hjartans meining um, hvussu Føroyar kunnu skapa fólkavøkstur. Øll hava helst sínar tankar um, hvussu fólkavøkstur aftur verður skaptur í Føroyum. Teir tankarnar vil Vinnumálaráðið fegið hava.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum hevur sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við spurninginum um, hvussu Føroyar kunnu vinna á avbjóðingini um at skapa fólkavøkstur.
Á heimasíðuni hjá vinnumálaráðnum - www.vmr.fo/folkaflyting - finst nú ein undirsíða, har borgarar, felagsskapir, fyritøkur og øll onnur kunnu koma við síni hjartans meining um evnið.
Johan Dahl vísir á, at landsstýri og løgting geva arbeiðnum høga raðfesting.
- Spurningurin um at venda fráflyting til fólkavøkstur kemur okkum øllum við, og øll skulu sleppa til orðanna. Tí mæli eg øllum til at brúka henda møguleika at vitja heimasíðuna og senda arbeiðsbólkinum hugskot og tankar, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Bólkurin, ið arbeiðir við at gera eina heildarætlan fyri, hvussu fólkaflyting kann steðgast og fólkavøkstur skapast, skal lata landsstýrismanninum sína frágreiðing og tilmæli tann 1. apríl 2013.










