Tín heimarøkt skal varðveitast!

Heimarøktin hevur eittans aðalendamál - at tryggja brúkarunum av heimarøktini eina nøktandi tænastu, og at henda tænasta er á sama støði hjá øllum brúkarum landsins.

Til at gera hettar arbeiði fyri brúkaran, fær heimarøktin tillutað sín part av almennu føroysku fíggjarlógini.

Við øðrum orðum: teir pengar ið fara til Heimarøktina skulu í størst møguligan mun síggjast aftur í tænastuni, sum tú sum brúkari fær ágóðan av.

Allar almennar skipanir hava eina umsitingarliga síðu, her leiðsla og leiðslulið; og eina útinnandi síðu, her heimasjúkrasystrar, heilsusystrar og heimahjálpir.

Umsitingarligi parturin skal leiða og skipa útinnandi partin, meðan útinnandi parturin hevur dagliga sambandið við teg sum brúkara av skipanini.

Tað er alneyðugt at umsitingarligi parturin av skipanini er evnaður soleiðis at hann stendur mát við útinnandi partin av skipanini. Tað merkir at umsitingarligi parturin ikki kann brúka meira av samlaðu fíggjarjáttanini, enn hann við skilagóðari stýring (umsiting) gevur aftur til útinnandi partin og harvið til brúkaran.

Og tað er júst her vit nú skulu seta kikaran um vit staðfesta fíggjarligar trupulleikar hjá heimarøktini.

Fyri bert góðum hálvum ári síðani hevði Heimarøktin líknandi fíggjarligar trupulleikar, og eykajáttan varð tá latin skipanini uttan krøv til fíggjarstýring komandi. Henda søgan skal ikki gerast ein framhaldssøga, og tískil má gerast okkurt munagott við umsitingarliga partin av Heimarøktini.

Onki er at ivast í at broytingar mugu henda í Heimarøktini, men tær koma ikki at skerja tænastuna hjá tær sum hevur tørv á Heimarøktini.


Páll á Reynatúgvu

formaður

í Trivnaðarnevndini