Populistisk. Pressushow. Tómt tos. Fjas.
Tað skortar ikki við nei-ligum orðum, tá fólkatingslimurin, Høgni Hoydal verður spurdur, hvat hann heldur um ætlanirnar hjá Dansk Folkeparti at skerja heildarvetingina til Føroya.
-Hatta hava teir sagt fyrr. Skal heildarveitingin skerjast skal átakið koma úr Føroyum. Dansk Folkeparti er ein populistiskur flokkur, og livir av slíkum útsøgnum, og eg kann snøgt sagt ikki taka tað í álvara, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum.
Hann vísir á, at danska stjórnin og føroyska landsstýrið hava gjørt eina avtalu um, at blokkurin er fastfrystur til 2006, og tí ber ikki til hjá Dansk Folkeparti at trýsta stjórnina til at skerja heildarveitingina í samband við fíggjarlógarsamráðingarnar.
Formaður í donsku fíggjarnevndini er fólkatingslimurin hjá Dansk Folkeparti, Kristian Thulesen Dahl, og siðvenja er fyri, at fíggjarnevndin hevur ein týðandi leiklut í samband við fíggjarlógar uppskot, men Høgni Hoydal ber ongan ótta fyri, at Kristian Thulesen Dahl kann nýta sína formansess til at sannføra stjórnina um at skerja heildarveitingina.
-Nei tað beri eg ongan ótta fyri. Ein fólkatingsnevnd hevur ikki heimild til at ógylda eina avtalu, sum danska stjórnin og føroyska landsstýrið hevur gjørt. Spyrt tú meg, er talan ikki um annað enn eitt pressushow frá Dansk Folkeparti, sigur Høgni Hoydal.
Mynd:
-Hatta hava teir sagt fyrr. Skal heildarveitingin skerjast skal átakið koma úr Føroyum. Dansk Folkeparti er ein populistiskur flokkur, og livir av slíkum útsøgnum, og eg kann snøgt sagt ikki taka tað í álvara, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum
Mynd: Savnsmynd