Tómt hús á Tórsvølli

Innbúgvið til FSF bygningin á Tórsvølli varð sent aftur við Norrønu, og tískil standa húsini væl møguliga gapandi tóm til dystin móti Týsklandi

VERKFALL

Innbúgvið til húsini hjá FSF á Tórsvølli skuldi koma til landið við Norrønu mánadagin, men tað eydnaðist ikki at fáa hetta í land.
Einki endaligt undantaksloyvi var fingið til vega, men Fótbóltssambandið hevði vónir um at fáa innbúgvið í land, soleiðis at húsini kundu vera klár til dystin móti Týsklandi 11. juni.
Men innbúgvið varð sent umborð aftur á Norrønu, og tað verður í fyrsta lagi aftur í Føroyum mikudagin.
Ìsak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at tað er ómetaliga umráðandi, at húsið nú verður funktionelt.
?Húsið er heilt liðugt og klárt fylla innan við innbúgvi, sigur Ìsak.
Hann heldur tað vera sera óheppið, um týskir leikarar, fjølmiðlar og týðandi fólk koma til eina tóma stovu, sum hann tekur til. Hetta kann gerast pínligt, heldur hann, tí nógv eygu eru vend móti Føroyum.
?Men vit blanda okkum ikki upp í verkfallið, sigur ein avgjørdur Ísak Mikladal.
Innbúgvið er til so at siga alt húsið, og tað er bæði til leikarar og fjølmiðlar.
?Verður innbúgvið fingið í land mikudagin, so fara vit at gera alt fyri at fáa tað upp á pláss áðrenn dystin móti Týsklandi, sigur Ìsak Mikladal.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá arbeiðarafeløgunum í Verkfalli.