Tá molin í Havn fór og KÍ aftur gjørdist føroyameistari

Vit líta í dag 30 ár aftur í tíðina og tríva í nakrar hendingar
í árini 1972

Í januarmánaði í 1972 herjaði ein hin versta landsynningsódnin, sum menn vistu um at siga í nógv ár, oyggjarnar. Skaði stóðst ymsastaðni, har ættin er ring, og serliga í Havn, har arbeitt var við at byggja brimgarð til verju móti eystanættunum.
Sum myndin sýnir, er tað mesta av tí, sum byggivfelagið Pihl & Søn hevði arbeitt við á eystara brimgarði, farið av lagi.
Summi av skipunum, sum lógu við bryggju, fingu skaða.
Nakrir opnir bátar sukku eisini, og serliga teir smærru bátarnir fingu skaða.
???????????????

Í februar í 1972 var hin fyrsti av teimum sokallau »Kaldbaksbátunum« flotaður. Tað vóru Kjartan Mohr, Guttormur Djurhuus og John Mohr Reinert, sum stovnaðu plastvirkið í Kaldbak, ið framleiddi bátarnar.
? Ætlanin hjá virkinum er eisini at fara undir tangaframleiðslu o. a., veit árbókin »Árið ið fór 1972« at siga.
???????????????

Hóast HB breyt sigursrøðina hjá KÍ í 1971, eftir at KÍ hevði verið føroyameistarar í fyrstu deildi í fótbólti í fimm ár, vann KÍ aftur føroyameistarahetið í 1972. KÍ fekk tá 17 stig.
Støðan í fyrstu deild hettta árið var:
KÍ 17 stig
HB 16 -
B36 12 -
TB 9 -
VB 4 -
ÍF 2 -

25. juni í 1972 var landsdystur millum Føroyar og Hetland í Gundadali.
Føroyska liðið vann óvæntaðan stórsigur. Úrslitið var 6-2 til Føroyar.
Á myndini síggja vit føroyska liðið eftir dystin. Leikararnir eru aftast frá vinstru:
Sølvi Oskarsson, venjari, Heðin Baldvinsson, Heri Nolsøe, Jens Weihe, Ragnar Hansen, Poul Michelsen (við bakinum til).
Húkandi f. v.: Eyðálvur Joensen, Jákup Thomsen, Dánjal Jákup Thomsen, Ólavur Olsen, Steinbjørn Jacobsen og Eirikur Rasmussen.