Tí mistu vit álitið á Klæmint Weihe

Meirilutin í SEV stýrinum sigur, at samstarvið við SEV stjóran hevur gingið sera illa og at ongar vónir eru fyri bata

SEV-Leiðslan

Tað eru fimm orsøkir til, at meirilutin í stýrinum fyri SEV vil hava Klæmint Weihe frá sum stjóra í SEV.
Tað sæst í hoyringsskrivinum, sum varð send honum herfyri um í sambandi við ætlanina at siga hann upp.
Í hoyringsskrivinum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, sigur meirilutin í stýrinum, at síðani tað tók við, hevur samstarvið við sev stjóran verið sera vánaligt. Samstundis eru ongar vónir um, at tað fer at ganga betri.
Í hesum sambandi nevnir meirilutin fimm høvuðsorsøkir til, at hann heldur, at Klæmint Weihe eigur at fara frá sum stýrisformaður.
Tær fimm orsøkirnar eru:
1. Fíggjarætlanin hjá SEV
2. Vindmyllumálið
3. Rakstrarleiðarin
4. Framtíðar avbjóðingar
5. SeWave-málið


Hevur ikki lokið krøvini
Víðvíkjandi fíggjarætlanini hjá SEV, sigur meirilutin í stýrinum:
Í fleiri ár hevur hon ikki lokið tey krøv, sum mugu setast til eina fíggjarætlan fyri so víttfevnandi virksemi, sum tí hjá SEV.
Tí samtykti stýrið í juni í fjør, at fíggjarætlanin og roknskapirnir skuldi setast soleiðis upp, at at tað kundi bera til hjá stýrislimunum at fylgja við rakstri felagsins.
Hetta metir meirilutin í stýrinum, er ein sjálvsøgd fortreyt fyri at stýrið kann røkja eina av sínum høvuðsuppgávum, sum eru at hava eftirlit við SEV. Uttan eina nøktandi fíggjarætlan, ber ikki til at fylgja við í, hvat peningurin verður brúktur til.
Hetta arbeiðið skuldi vera liðugt í august í fjør.
Men Klæmint Weihe gjørdi onki fyri at seta samtyktina í stýrinum í verk, fyrrenn stýrið hevði noytt hann til tað og tá var neyðugt at fáa grannskoðaran at gera arbeiðið. Stýrið metir, at stjórin hevur ábyrgdina av, at SEV ikki sjálvt kundi standa fyri hesum arbeiðnum.

Skapt óneyðugar trupulleikar fyri SEV
Í sambandi við vindmyllumálið, sigur meirilutin í SEV stýrinum, at Klæmint Weihe hevur ikki víst førleika og vilja til at seta avgerðir hjá stýrinum í verk um vindmyllurnar í Eysturoy.
Tað eru nøkur ár síðani, at SEV stýrið samtykti at vindmyllur skuldi setast upp í Neshaga í Eysturoy og í fleiri ár varð peningur settur av á fíggjarætlanini til endamálið. Kortini vóru myllurnar ikki settar upp, fyrrenn síðsta summar.
 Hetta málið hevur skapt óneyðgar trupulleikar fyri SEV, bæði politiskt og í almenninginum.

Hevur mótarbeitt stýrinum
Um rakstrarleiðaran sigur meirilutin í SEV stýrinum, at á vári 2004 varð samtykt, at stýrið skuldi seta ein rakstrarleiðara eftir tilmæli frá stýrinum.
 Ein forsvarlig skipan av starvinum sum rakstrarleiðari er ein høvuðsfortreyt fyri, at trygdarviðurskiftini í SEV kunnu metast at vera í lagi, sigur meirilutin í stýrinum.
Í hesum sanmbandi hevur meirilutin ta fatan, at ístaðin fyri at ganga á odda at fáa hetta týdningarmikla mál avgreitt, hevur stjórin í SEV gjørt tað, hann hevur kunnað fyri fyri at leggja meinbogar í vegin fyri eini forsvarligari loysn.
Tí metir meirilutin í SEV stýrinum, at Klæmint Weihe verður ein beinleiðis meinbogi fyri eini framhaldandi menning av trygdini í SEV.

Ikki røttu eginleikarnar
Í sambandi við tær avbjóðingar, sum SEV stendur fyri í framtíðini, heldur meirilutin í stýrinum, at tað hevur avgerðandi týdning, at SEV stjórin hevur evni og vilja at samskifta konstruktivt við almennar myndugleikar og onnur áhugað.
Hinvegin metir meirilutin ikki, at Klæmint Weihe hevur røttu eginleikarnar at standa fyri hesum arbeiði. Stýrið metir heldur ikki, at hann hevur røttu eginleikarnar at umboða SEV, nú alt størri krøv verða sett til opinleika og evni at samskifta við myndugleikar og almenningin annars.

Bikarið fleyt yvir
Men tað er kortini SeWave málið, sum endaliga hevur gjørt, at meirilutin í SEV stýrinum hevur mist álitið á stjóranum.
Serliga hugsar meirilutin um mannagongdina, tá ið BP læt stuðul til verkætlanina.
Klæmint Weihe hevur umboðað SEV í nevndini í SeWave og tí metir meirilutin, at hann hevur meðábyrgd av viðurskiftunum og stýrið metir ikki a støðan á hesum øki er sambærilig við tað umdømið, sum SEV eigur at hava í samfelagnum, og hjá teimum, SEV samstarvar við.
Í hesum sambandi kann vðmerkjast, at funnist hevur verið at, at SeWave hevur havt alt ov stórar útreiðslur til umsiting og húsaleigu og at hetta var ikki ætlanin við stuðlinum frá BP.