Tí misskilja Kári Bæk og Atli K. Petersen meg

Eg læs fyri stuttum á www.123.fo um eina gransking sum vísir, at tað eru góðar orsøkir til, at unglingar ikki altíð skilja sjónarmiðini hjá teimum vaksnu: Heilin hjá teimum er nevnliga ikki liðugt útviklaður

Tað stendur onki um aldursmark, so helst koma omanfyri nevndu í handan bólkin, teir misskilja púrasta, hvat eg skrivi um, og tí mugu vit helst bíða nakað enn, til heilin hjá teimum er útviklaður.

Til øll hini - liðugt útviklaðu - sum møguliga hava áhuga í Koda mótvegis føroyskari tónleika-mentan, skal eg kortini koma við nøkrum viðmerkingum.

 

Dømi 1. Ein føroysk rás

Skulu vit hava eina føroyska sjónvarpsrás, sum sendir til 100 húsarhald og ein tíma tónleik um dagin t.v.s. 7 tímar av føroyskum tónleiki um vikuna, krevur Koda at vit gjalda teimum kr.18,43 um minuttin, tað vil siga kr.1.105,80 (Eitt túsund eitt hundrað og fimm krónur og áttati oyru) um tíman, tað er kr. 7.740,60 (sjey túsund sjey hundrað og fjøruti krónur og seksti oyru) um vikuna og um árið verður tað kr. 402.511,20 (fýra hundrað og tvey túsund fimm hundrað og ellivu krónur og tjúgu oyru)

 

Dømi 2. Ein útlendsk rás

Senda vit eina útlendska rás til 100 húsarhald, sum sendir tónleik fleiri tímar um døgnið, skulu vit gjalda 2 krónur pr. húsarhald um árið, tað vil siga kr. 200,- um árið.

 

Samandráttur.

Fyri at senda 1 tíma føroyskan tónleik um dagin til 100 húsarhald: kr. 402.511,20 um árið

 

Fyri at senda fleiri tímar útlendskan tónleik um dagin til 100 húsarhald: kr. 200,00 um árið

 

Ein munur upp á kr. 402.311,20 - sjálvt ikki SVF hevur ráð til slíkar prísir.

 

Skuldi tað hent, at vit høvdu ráð til hetta, so kom í mesta lagi 20% kr. 80.000,- aftur til Føroyar. Restin kr. 320.000,- hevði verið verandi í umfar í Danmark, sjálvt um vit bert sendu føroyskan tónleik.

Tá Felagið Føroysk Tónaskøld er umboð hjá Koda í Føroyum, so mugu vit sleppa at samráðast við tykkum um gjald fyri brúk av tónleiki, ella hava tit slettis onki at skula hava sagt? Tað fyrikemur mær, sum tit eru í ”Quisling” støðu, tæna útlendskum harraboðum og gloyma tað tit eru settir til, at tæna føroysku tóna/tekst smiðunum. Ein mill. krónur um árið, sum við tykkara vælsignilsi verður forerað vekk av pengunum hjá føroysku tónaskøldunum, er nógv at svara fyri tá, ella um, føroysku tónasmiðirnir fara at vakna.

Til seinast vil eg heita á tykkum, um at lesa tað, sum vit hava ført fram, og svara upp á tað, ikki bert koma við forsvartalum fyri Koda, Koda er ikki gott fyri nakran í Føroyum - ella heilt fá - teir hava ongar reglur, sum eru fyri Føroyar burturav, stutt sagt, har er onki skil í, tað kann eg prógva.

Hvat við at Felagið Føroysk Tónaskøld skipaði fyri einum pallborðs fundi í t. d. Miðlahúsinum um hetta evni í breiðari merking, tað hevði gagnað fjøldini! Eg kundi eisini skipað so fyri, at fundurin - ókeypis - varð sjónvarpaður um alt landið, um ynski er um tað, bert ein treyt, tað má ikki syngjast fyri mína rokning, heldur ikki fyrsta ørindi av tjóðsanginum.

P.S. Tit mugu ikki halda, at loftmiðlarnir í Føroyum eru tykkara fíggindar, vit gjalda meginpartin av tykkara gildið, eisini tað sum tit forera vekk.

Eisini vildi eg gjarna fingið avrit av granskoðaðum roknskapi - við notum og undirskjølum - fyri Felagið Føroysk Tónaskøld og Tutl seinastu fimm árini.

Eg kann eisini almennakunngera, hvat hendi, tá eg seinast spurdi um innlit í roknskapin hjá Felagnum Føroysk Tónaskøld um ynskist.