Mads Larsen vann um vikuskiftið á italska Roberto Cocco á stóru boksistevnuni í Zürich, og alt fyri eitt er danska kravið nú ein HM-dystur millum Larsen og Mikkel Kessler. Sjálvur er Kessler tó ikki serliga hugtikin av hesum tosinum. – Hvat skal eg við Mads Larsen. Hann er hvørki heimsmeistari ella nakað stórt boksinavn, so eg veit ikki reiðiliga, hví eg skal tíma at boksast móti honum, sigur Mikkel Kessler við danska Ekstra-Bladet.
LesarabrøvLesarabrøv