Tímiligt og varandi

Kinna Poulsen, listaummælari, lýsir listina hjá Janusi Kamban, nú myndahøggarin og listamaðurin fyllir 95 í dag


Tann mánamorgunin herfyri, tá eg hevði umráðandi ørindi í Eysturbýnum í Havn, var ein av teimum svøvntungu gráu, tá allur býurin enn tykist durva onkrastaðni undir teirri tungu sunnudagsdýnuni. Tó ikki tygara ummælari, ið júst hendan morgunin var merkiliga ódølsk og alspent eftir at hava brúkt meginpartin av sunnudegnum uppá at fyrireika spurningar til ein týdningarmiklan persón í føroyskari myndlist. Hvat skal mann í grundini spyrja eina livandi legendu um? Høvið var ein bókaútgáva hjá Emil Thomsen um Steffan Danielsen, sum yvirritaða skrivar tekst til, og tað var sostatt Nólsoyarmálarin, ið var evnið. 



Tað er sum kunnugt ikki einum og hvørjum listakritikkara beskorið at sleppa at gera eina samrøðu við ein av stovnarunum av myndlistini í einum landi, og tá er tað einastandandi heppið, at sami maður, ið altso var ein av grundleggjarunum av føroysku myndlistini, dugir so væl sum Janus Kamban at greiða frá um Steffan Danielsen og sína egnu list, um føroyska listaumhvørvið niðri og so framvegis.

Tað er so ómetaliga nógv við listamanninum Janusi Kamban (f.1913), ið vekir virðing: Hansara dirvi og áræði, tá hann sum bert seytjan ára gamal avgjørdi at fara niður at útbúgva seg sum listamann. Hansara ansur fyri tí vakra og foreinklaða forminum, sum sæst aftur í øllum hansara verkum, bæði standmyndum og prentum. Hansara samfelagsligi og myndlistarligi áhugi og innlit og yvirhøvur klassiska dannilsi, sum støðugt er komið føroyska myndlistaumhvørvinum til góðar, eisini tey mongu ár, tá hann skipaði fyri listaframsýningum saman við Williami Heinesen og øðrum. 



Tað seinasta trýdimensjonala verkið, eg havi sæð frá Janusar hond, er verkið Mekong áin, sum var við á eini Ólavsøkuframsýning í nítíárunum. Í hesi viðmerking listamansins til Vietnamkríggjið og til kríggj yvirhøvur, sæst hansara sosiali áhugi eins týðuliga og í myndevnisvalinum til ein lítlan garð í Eysturskúlanum, har mín yndisstandmynd stendur við heitinum ”Drongur tekur seyð”. Henda frálíka bronsustandmyndin er í skapi ógvuliga einføld. Bygnaður og innihald eru eyðlesandi við teimum báðum greitt avmarkaðu figurunum av dronginum og seyðinum. Standmyndin er rundleidd uttan hvassar kantar og allur yvirflatin hevur sama óslætta árinið, ið fangar ljósið á flykrandi hátt. Um so bronsan er hørð, tykist standmyndin bleyt og innbjóðandi at nerta við, eins og hon við síni rundu meginrørslu dregur áskoðaran inn í myndarúmið. Bronsumyndin er soleiðis formað, at áskoðarin fær hug at ganga rundan um hana at forvitnast eftir hvussu hon sær út frá øllum síðum. Dentur er lagdur á, at fáa bronsumyndina flúgvandi lætta og dynamiska. Bygnaðurin er dynamiskur, bygdur kring eina greiða meginrørslu, sum gongur diagonalt frá høgra fóti hjá dronginum fram til trýnið á seyðinum. Hetta er ein veruleikakend gerandislýsing, sum er gjøllhugsað og síðan strammað og einfaldað soleiðis, at hendingin tykist æviggjørd og alfevnd. 



Í fatanini hjá børnum okkara, sum dagliga ganga framvið listarverkunum hjá Janusi Kamban, hava hesar standmyndir og relieff verið til í allar ævir. Og satt at siga er tað heldur ikki lætt hjá okkum vaksnu at ímynda okkum Eik Banka uttan parið uttanfyri ella framsíðuna á kommunuskúlanum uttan søgumannin, tí hesi stórfingnu verk eru øll listarligir klassikarar, sum vit ikki vildu verið fyriuttan. Men øll hesi verk hava harumframt eina nútíð, sum hava ávirkað teirra tilskapan og tað er kanska hetta við nútíðarkenslu listamansins, sum eg var serliga hugtikin av henda dagin, eg var og vitjaði Janus Kamban. At ein maður, sum er so væl við aldur, skal fylgja so væl við tí, sum fer fram í samfelagnum, er frálíkt og gevur ikki sørt hugasamband við rómverska gudin Ianus, hvørs dupulta høvur gav honum yvirlit og gjørdi hann føran fyri at síggja bæði fram og aftur um somu tíð.

Føðingardagin 10.september er Janus burturstaddur; vit ynskja honum hjartaliga tillukku á nítifimm ára degnum. 



Kinna Poulsen