Tá Mike Tyson vann fyrsta beltið

Tað er í dag 30 ár síðan, at Mike Tyson vann fyrsta beltið

Tað var tann 22. novembur í 1986, at heimskendi boksarin, Mike Tyson, gjørdist tann yngsti meistarin í tungvektsboksing. Sum bara 20 ára gamal sendi hann Trevor Berbick í gólvið og vann WBC meistarabeltið.

 

Tað eru í dag 30 ár síðani, at heimurin av álvara fekk eyga á evnini hjá Michael Gerard Tyson. Frammanundan hevði hann sent flestu av mótstøðumonnunum í gólvið eftir stuttari tíð, men hetta var dagurin, tá hann vann sítt fyrsta meistarabeltið.

 

Dómarin steðgaði dystinum í øðrum umgangi, tá Trevor Berbick ikki longur megnaði at verja seg. Mike Tyson var tá 20 ár og næstan fimm mánaðir. Hann er enn tann dag í dag, tann yngstri tungvektsboksarin at vinna eitt meistarbeltið.