Tómhentir skálamenn

Eftir eitt ár, har liðið støðugt hevur myndað oddin, er Skála nú í vanda fyri at standa við svartaperi, tá heiðurskrónurnar og europeisku atgongumerkini skulu býtast út

Fótbóltur

Mánakvøldið kundi nærum ikki verið hjá skálafólki, um tosast skal um fótbólt. Eitt er, at Skála mátti taka til takkar við tapi á heimavølli.
Annað - og verri - er, at liðið nú er í vanda fyri at standa púrasta tómhent við kappingarlok. Eftir eitt ár, har liðið fyri tað mesta hevur tikið øll á bóli, og har teir stóran part av árinum hava verið við til at mynda avgjørda oddin á stigatalvuni, kunnu teir nú á seinasta leikdegi yvirhálast av bæði EB/Streymi og NSÍ, soleiðis at talan hvørki verður um bronsukrónur ella inter-toto fótbólt ella nakað sum helst. Kanska høvdu teir undan kappingarárinum fegnir vilja selt seg fyri eitt heiðurligt fimta pláss, men tá tú alla tíðina hevur verið við, har sum tað er stuttligt at vera, so er tað nóg so óstuttligt brádliga at skulu taka tvey fet eftir hæli.

Breiddin restar
Men partvíst sýndi dysturin mikukvøldið eisini greitt, hvør ein tann størsti trupulleikin hjá liðnum er. Tað er einki at ivast í, at Skála hevur nakrar frálíkar bóltspælarar, sum allir í felag høvdu heiðurin av støðuni, sum liðið var í undan summarsteðginum, tá mest sum øll mótstøða varð kveistrað til viks.
Men sammett við fleiri av størru feløgunum, so er er breiddin í hópinum sera lítil. Liðið kann ikki fara eftir leikara nummar 12, 13 og 14, uttan at hetta merkist í dygdini í spælinum, og í eini langari kapping, har skaðar og leikbann altíð vilja raka, tekur hetta fast. Hesaferð vóru Bárður Olsen, Iulian Florescu og Nenad Stankovic vóru allir leikbannaðir, og so er trupult at seta mann í mans stað.
Hinvegin taldi tað nógv rætta vegin, at Pauli G. Hansen nú aftur er á liðnum. Hann hevur verið skaddur tað mesta av heystinum, og tó at motorurin enn ikki er í fullum snúningum, so gav hann heilt greiðar ábendingar um, hvønn týdning hann hevur fyri liðið. Bæði sum bóltvinnari og spælskipari. Ein dupult-leiklutur, sum tað annars eru sera fáir leikarar í landinum, sum megna.
Hjá NSÍ var eisini talan um fráveru. Soleiðis vóru hvørki Ian Højgaard, Kári Hansen ella Dánjal Hansen at síggja á liðnum, meðan ein hálvsjúkur Helgi L. Petersen bert leikti seinasta korterið. Men partvíst var talan her kanska ikki um heilt so týðandi fráveru sum hjá Skála, og partvíst hevði NSÍ í størri mun avloysararnar klárar.
Hóast Skála royndi at fáa sítt vanliga spæl at koyra, so stóð eisini skjótt greitt, at hetta ikki gekk heilt so væl, sum tað kundi gjørt. Hóast roynt var at trýsta NSÍ miðvøllin í botn, so hendi tað dekan ov ofta, at Skála sjálvt varð spælt tunt av hesum, og í nøkrum førum megnaði NSÍ við kvikum sendingum at flyta bóltin úr trýstinum, fyri síðani at skapa vandastøður framman fyri Skála málið. Skála megnaði tó eisini viðhvørt at senda kviku framherjarnar avstað, tá press-spælið gav úrslit, men teir vóru ikki nóg neyvir, tá møguleikin beyðst, og ístaðin var tað NSÍ, sum fekk tað so týdningarmikla fyrsta málið, tá Ike kundi stúta eitt innlegg frá Sjúrði Jacobsen í kassan,

Vakur kontra-mál
Og so kundu runavíkingarnir leggja seg at dúva uppá kontra-spælið. Hetta gav Skála munandi færri møguleikar, tí nyttan í press-spælinum langt ífrá er tann sama, tá móstøðan liggur djúpt, og so taldi tað eisini rætta vegin hjá gestunum, at Gert Langgaard kundi skora eftir eitt kontra, sum var fullkomuliga eftir bókini. Gert vann sjálvur bóltin stutt uttan fyri egnan brotsteig. Hann rak nakað, fyri síðani at senda víðari, áðrenn hann sjálvur helt leiðina niðan eftir vøllinum. Ike og Jónstein spældu skjótt sínamillum, og tá bólturin at enda varð leiktur inn í brotsteigin, var Gert aftur á staðnum, og í aðru atløgu fekk hann beint bóltin í kassan,

Myrkaspæl
Soleiðis varð lagt upp til satt Skála-trýst seinastu trý korterini, og partvíst bleiv hetta eisini so. Fyri tað nógva, so gjørdist talan tó um sera tilvildarligt spæl. Ikki minst tá heystarmyrkrið alt meira sýndi, at dysturin helst átti at byrja hálvan tíma fyrr.
Við øktari ferð, minni orku og minni ljósið batnaði spælið heldur ikki, sum minuttirnir gingu, og seinasta korterið ella so gjørdist tað nærum vandamikið at vera spælari, tí tacklingar í hálvdimmi ofta hava tað fyri at koma í seinna lagi, soleiðis at dómarin ikki færri enn seks ferðir mátti taka ostaflísini fram hesa løtuna.
Tað eydnaðist Skála at minka um munin, tá Eugen Stanceu fekk góða tíð at avgreiða eitt innlegg úr høgru, men hóast bólturin ferðaðist nógv á NSÍ-hálvuni, so gjørdist talan sjáldan um teir stóru møguleikarnar, og alt í alt mundi tað vera á eini leið, at stigini fóru tvørtur um fjørðin, tó at tey verða verandi í kommunni, sum onkur tók til.