Undan kappingini varð mett, at VB og B36 høvdu millum vandamiklastu álopspørini í landinum. Fríggjadagin hittust liðini í Vági, men tað eydnaðist hvørgum av pørtunum at fáa mál.
Fyri B36 er hetta ikki beinleiðis nøkur ávaring, tí liðið skeyt seks mál móti Sumba í fyrsta umfari, men hinvegin hevur VB nú spælt tveir dystir í landskappingini uttan at fáa mál.
Málkjansirnir vóru fáir og spjaddir ? meginparturin av spælinum gekk fyri seg úti á miðjuni, frætta vit úr Vági.
Javnleikurin var eisini á góðari leið, tá samanumkom, hóast VB endaði dystin við tíggju monnum, eftir at Jón Pauli Olsen hevði fingið sítt annað gula kort, tá góðir tíggju minuttir vóru eftir.
Aftaná útvísingina royndi B36 at trýsta fyri at fáa sigursmálið, men tað kom ikki.
Hjá VB var saknur í Milan Culjic á miðvøllinum. Hann fekk ein skaða í dystinum móti HB flaggdagin og hevur ikki spælt síðani. Miðvøllurin hjá B36 skapti heldur ikki so nógv, og tað var ikki fyrr enn venjarin Tomislav Sivic kom inn, tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, at eitt sindur meira flog kom yvir spælið hjá bronsuvinnarunum frá í fjør, og eisini John Petersen vísti, at hann framvegis er millum vandamiklastu álopsmenn í landinum, hóast tað ikki eydnaðist honum at koma á málskjúttaralistan hesaferð.
Tríggir málmenn vóru á vøllinum fríggjadagin. Hjá VB var tað sum vanligt Bjarni Johansen, og tað hann hevði at gera, slapp hann væl frá.
Tróndur Vatnhamar vardi í fyrra hálvleiki fyri B36 og hevði onkra góða bjarging tíðliga í dystinum. Í hálvleikssteðginum býtti hann pláss við nýggja málmannin hjá B36, Janos Timar úr Ungarn, sum sostatt helt búrið reint í sínum fyrsta dysti fyri sítt nýggja felag. Hann hevði heldur ikki so nógvar møguleikar fyri at vísa, hvør dugur er í honum, tí B36-málið var sjáldan hótt seinnu 45 minuttirnar.
Tað var VB-málið fyri sovítt heldur ikki, og 0-0 var í tráð við spælbýtið og dystargongdina sum heild.