Tímdu ikki at hoyra hvat Landsbankin segði

Síðsta mikudag var fundur í fíggjarnevndini hjá Løg­tingi­num, sum Bárður Nielsen, nevnd­ar­for­maður, hevði kall­að inn til.

Millum málini á skránni var upp­skot til sam­tyktar um av­leið­ingar av at ES-fíggj­ar­eftirlit verður skip­­að í næst­um, og um at heim­­taka á­byrgd­ina av fíggj­ar­øki­num.

Fíggjarnevndin hevði boð­sent ymsum fólkum – og í hesum málinum mill­um ann­að um­boð fyri Lands­banka Før­oya at greiða frá.
Men samgongufólk trúgva jú ikki upp á Landsbankan, sum tey hava skrottað. So illa dám­ar sam­gong­u­fólk­u­num Lands­bank­an, at tey als ikki møttu upp at lurta, hvat umboð Land­s­bankans hevði at siga.

Á fundinum vóru bara um­boð fyri andstøðuna, sum eru Kristina Háfoss, Aksel Jo­hann­e­sen og Eyðgunn Sam­u­el­sen.
Hvør almenna frágreið­ing­in er til, hví sam­gongu­um­­boð­­ini ikki møttu, vita vit ikki.

Onkur vil vera við, at for­mað­urin var á skíðferiu í Alp­u­num, meðan onkur ann­ar vil vera við, at hann hevði ein týdningarmiklan nevnd­ar­fund í BR-leikum, har hann eis­­ini er nevndarformaður...