Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Í tí politiska lívinum sýnist tað at verða soleiðis, at tey ið tosa mest um eitt mál, fáa tað ongantíð, og er Tjóðveldisflokkurin eitt gott dømið um tað.
Tað hevur verði nógv sagt og rópt frá Tjóðveldisflokkinum, í meira enn eina hálva øld, uttan at nakað er komi burtur úr, á sjálvbjargningarleið. Orsøkin sigst verða, at øll hini hava skylduna, serstakliga danir og so allir føroyingar ið velja aðrar politiskar flokkar.
At Tjóðveldisflokkurin ikki vil síggja veruleikan í eyguni, má heimastýrislógin verða besta dømi um. Flokkurin vil ikki góðtaka lógina, men teir sova og liva við henni, av henni, eftir henni og teir hava brúkt hana við húð og hár, í skjótt 60 ár.
Øll hendan gartering, hevur víst seg at vera buldur í tómum tunnum, í royndini at fjala út yvir undirlutakenslur og ómegd í meira enn eina hálva øld, hjá Tjóðveldisflokkinum.
Eitt orðatak ið passar væl til henda politiska flokk er: at einki er ómøguligt hjá tí, sum ikki noyðist at gera tað sjálvur