Tá man koyrir, so koyrir man. Tá er tað ferðsluni, ein skal fylgja við í, og ikki fáast við alt annað. Tað heldur Brynhild Høgnadóttir, tá hon verður spurd um nýtsluna av Facebook Live, meðan ein koyrir bil.
- Tað er ein stórur trupulleiki í ferðsluni, at fólk ikki hugsavna seg nógv væl um koyringina. Vit mugu taka koyriuppgávuna í størsta álvara, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hagtølini vísa, at triðja hvørt óhapp í ferðsluni stends av gáloysni, og Brynhild Høgnadóttir sigur, at fartelefonnýtslan stendur fyri einum stórum parti av hesum.
- Tað er ein stór avbjóðing, at fólk gera annað enn at koyra bil, tá tey sita við róðrið. Vit síggja og hoyra eisini javnan, at útvarps- og sjónvarpssamrøður verða gjørdar við fólk, sum koyra bil. Tað er heldur í lagi, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Les eisini Á Facebook í ferðsluni
Meðan lógin um hondhildna fartelefon er greið, er minni greitt, hvat lógin sigur um nýtslu av fartelefon í bili annars.
- Tað er so nógv ein kann gera við fartelefonini í dag, uttan at ein heldur í henni. Kortini er alt hetta nakað, sum tekur uppmerksemi frá vegnum og ferðsluni og flytir hana yvir á telefonina. Og tað er ikki í lagi, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Hon vil ikki beinleiðis harta Jógvan Skorheim fyri hendingina fríggjadagin, men nýtir høvi at heita á okkum øll um at vera árvakin í ferðsluni.
- Tá man koyrir, so koyrir man. Tá skal man ikki eta ís ella tosa í fartelefon, skriva SMS ella hyggja at video á telefonini. Sjálvandi skulu almennir persónar eisini vera fyrimyndir á hesum økinum, sigur hon.










