Børn uppliva harðskap frá mammuni annarleiðis enn harðskapin frá pápanum. Kanska er orsøkin at børnini hava ymiskt tilknýti til foreldrini, sigur granskari.
Ein av fyrilestrarhaldarunum á stóru ráðstevnuni um harðskap móti børnum, sum er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, helt ein fyrilestur um, hvussu tað ávirkar børnini, tá mammur sláa.
Carl Göran Svedin, professari á lærda háskúlanum í Linköping, sigur at hagtøl frá hansara gransking vísa, at mammur sláa nærum líka ofta sum pápar, hóast tað í almenna rúminum er vanligari at tosa um pápar, sum sláa.
Hann hevur tí granska nærri, um tað ávirkar børnini á sama hátt, líka mikið hvat av foreldrunum tað er, sum slær børnini. Granskingin vísir, at munur er á, sigur hann.
Hevur drúgvari ávirkan
Svenski professarin sigur, at tað tykist, sum harðskapur frá mammuni á ein hátt situr longri eftir í børnunum.
Hann hevur granskað, hvussu forholdið millum foreldur og barn ávirkast av harðskapinum. Ein av spurningunum, sum verður settur, er um mamma ella pápi hava verið harðlig seinasta árið.
Her vísir tað seg, at tað hevur onga ávirkan á forholdið við mammuna, um hon hevur verið harðlig seinasta árið ella ikki. Tað vil siga, at harðskapurin frá mammuni situr longur eftir í tilvitskuni hjá barninum og hevur størri ávirkan á forholdið teirra millum, enn tá pápin er harðligur.
Pápin slær harðari
Tí tølini fyri harðskap frá pápanum vísa týðiliga, at harðskapur seinasta árið hevur eina nógv størri ávirkan. Carl Göran Svedin heldur, at hetta kanska eisini hevur samanhang við, at pápin slær harðari og tí eru skaðarnir størri.
Hann hevur eisini hugt eftir, um harðskapurin ávirkar bæði kropsligu og sálarligu heilsuna hjá børnunum. Eisini her vísir tað seg, at munur er millum kynini. Hjá gentum vísir tað seg, at bæði slag av harðskapi og títtleiki hava eina beinleiðis ávirkan á bæði kropsligu og sálarligu heilsu teirra. Hjá dreingjum vísir tað seg kortini, at títtleikin, altso hvussu ofta foreldrini eru harðlig, ávirkar sálarligu heilsuna, meðan slagi av harðskapi er avgerandi fyri kropsligu heilsuna.
Hann sigur eisini, at tað tykist, sum børnini tulka harðskapin frá mammuni annarleiðis enn harðskapin frá pápanum. Granskingin vísir, at tá mamma slær, siga børnini, at mamma hevur minni umsorgan fyri sær enn áður, men tá pápin slær, vísir tað, at pápin er strangari og meiri stýrandi enn áður. Ein av orsøkunum til hetta kann vera, at børnini vanliga síggja mammu sum fremsta umsorganarpersónin í familjuni, meðan pápin er tann, sum ræður.
Tað er NFBO, norðurlendski felagsskapurin móti barnamisbrúki og umsorganarsviki, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum er hin tíggjunda av slagnum. Slakir 300 luttakarar eru á ráðstevnuni, eini 230 útlendingar og 60 føroyingar.
Ráðstevnan, sum er í Norðurlandahúsinum, byrjaði sunnukvøldið og endar mikudagin.