Prinsipp sum bøtuflaki
Høvdu teir so skammast og tagt, men tvørturímóti vóru báðir tjóðveldismenninir í løgtingsins trivnaðarnevnd við drúgvum sjálvrættvísgerandi frágreiðingum í bløðunum í vikuskiftinum. Teir siga, at teir feldu uppskotið um at avtaka karensdagarnar hjá tímaløntum, tí hetta skal ikki vera eitt mál hjá løgtinginum at taka sær av. Nei, sjúkradagar hjá tímaløntum skal vera eitt samráðingarmál millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og tað er ongin bøn: tað mugu arbeiðarar og arbeiðsgevarar sjálvir finna útav, hvussu hetta skal orðnast. - sjálvt um hvørki løntakarafeløgini ella arbeiðsgevarafeløgini vilja hoyra talan um at gera hetta til eitt samráðingarmál.
Men tjóðveldismenninir standa fast við sítt: hetta er teimum eitt prinsippmál, sum teir ikki vilja víkja frá. Og fyri hetta prinsippmál tjóðveldismanna skulu tímalønt so gjalda við tveimum karensdøgum enn eina rúma tíð.
Tað verður seinur dagur
Samgonguflokkarnir seta sítt álit á, at ein arbeiðsbólkur, settur av landsstýrinum (við 2 umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum og 2 embætisfólkum), skal koma við uppskoti til nýggja dagpengalóg. Men tað kann verða seinur dagur, áðrenn tímalønt fáa nakrað gleði burturúr hesum:
Tí higartil í 1999 hevur 1 (ein) fundur verið í hesum "arbeiðs"bólkinum! Og løntakaraumboðið veit onki um, at hesin fundur hevur verið! Men her sigst at vera avtalað, at teir báðir embætismenninir í bólkinum skulu koma við einum uppskoti at leggja fyri arbeiðsbólkin til viðgerðar fyrst í komandi ári. Neyvan nakar ivi man vera um, at hetta fer at miða eftir eini tryggingarskipan, ið áleggur arbeiðarum og arbeiðsgevarum at gjalda í ein grunn.
Síðani skal hetta uppskotið viðgerast av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Teirra sjónarmið - og her eru teir samdir - hava teir gjørt púra greið, bæði í trivnaðarnevndini og í fjølmiðlunum. Tey ganga ímóti slíkari tryggingarskipan og heldur fyri onkrari almennari skipan í tráð við tað núverandi.
Í samgonguni
er rúkandi ósemja
So áðrenn hesin arbeiðsbólkurin kemur við nøkrum áliti, eru vit komin nakað væl út á vári. Tá verður farið undir ta politisku holmgonguna, tí nú skal semjast finnast í samgonguni um eitt uppskot at leggja fyri løgtingið. Og har eru Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin so rúkandi ósamdir - eins og vanligt er. Arbeiðsgevarar skulu gjalda, siga teir fyrru. Arbeiðsgevarar skulu ikki gjalda, siga teir seinnu. Ein forsmakkur uppá semju teirra í hesum málinum var í teirra meirilutaálitið frá trivnaðarnevndini um at fella andstøðuuppskotið: ikki so frægt sum eitt felags álit kundu teir standa saman um, men fóru í tvíningar fyri á hvønn sín hátt at kolldøma uppskotið.
Hetta skulu tey tímaløntu nú seta sítt álit til, at úr hesum ruðuleikanum skal einaferð koma eitt lógaruppskot um eina nýggja skipan, sum skal vinna teimum teirra rætt ? Tað verður seinur dagur. Tað er lítil hugsingur um at nakað uppskot kemur, áðrenn hendan tingsetan endar.
Alla hesa tíð skal so mismunurin á arbeiðsmarknaðinum millum fastlønt og tímalønt standa við. Alla hesa tíð skulu tey tímaløntu gjalda fyri prinsippføstu støðu tjóðveldismanna.
Vit kundu fingið ein dupultan vinning
Hetta var als ikki neyðugt. Javnaðarflokkurin og hinir andstøðuflokkarnir søgdu ferð eftir ferð - og hesum tóku løntakarafeløgini 100% undir við: Tað er ikki neyðugt at bíða eftir úrslitinum frá arbeiðsbólkinum.
Tað fer eisini at taka ov drúgva tíð. Lat okkum heldur seta hetta uppskotið í verk nú, so at vit kunnu beina henda órættvísa mismunin burtur. Tað forðar jú ikki fyri, heldur tvørturímóti leggur tað eina skyldu á okkum, at allir partar fara positivt inn í viðgerðina av tí komandi uppskotinum frá landsstýrinum um eina nýggja skipan, tá tað ein-aferð kemur.
Tað hevði verið ein stórur og dupultur vinningur: tí á henda hátt høvdu vit bæði gjørt okkara skyldu til at beina órættin móti teim tímaløntu burtur nú, og samstundis politiskt ruddað slóð fyri at allir partar seinni fóru í eina konstruktiva viðgerð av eini nýggjari dagpengaskipan.
Men hetta vildu tjóðveldismenn ikki. Teirra prinsippir søgdu nei til hetta. Og tí bleiv úrslitið so tað, at meðan fastlønt longu frá 1. juli fáa sína fullu løn frá 1. sjúkradegi, so skulu tey tímaløntu framvegis onki hava tveir teir fyrstu sjúkradagarnar - ikki fyrr enn frá 3. sjúkradegi kunnu hesi so fáa eitt endurgjald, íð enntá bara er ein partur av tí mistu lønini.
Tað var so prísurin fyri hetta prinsipp tjóðveldismanna.
Hans Pauli Strøm,
javnaðartingmaður










