BLF-sáttmáli
Sjálvur lønarvøksturin í sáttmálanum er 0,9% nú og 1,7% næsta ár, men hartil er talan um fleiri aðrar ábøtur á sáttmálan.
Í tíðindaskrivi sigur BLF, at tey fegnast um, at partarnir eru samdir um at orða ein felags almennan stjórasáttmála, soleiðis at búskapar- og løgfrøðingar, ið verða settir í stjórastørv, framyvir verða fevndir av serstøkum stjórasáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF o.o.
Hartil er í nýggja sáttmálanum ásett, at tímalønin fyri konsulentarbeiði hjá BLF-limum verður hækkað úr 300 kr. í 450 kr. At ásetingarnar um, hvørjar útbúgvingar eru fevndar av sáttmálanum og hvussu tær verða flokkaðar, verða endurskoðaðar, at endurgjaldið fyri tænastuferðir framyvir støðugt verður dagført, at serstaka frívikan verður sett inn í sáttmálan hjá BLF, at álitisfólkaavtalan verður endurskoðað og dagførd, at avtalan um starvsfólkapolitikk verður betrað við atliti til eldrapolitikk og eftirløn, at strategisk og skipað førleikamenning nú skal fremjast í verki.
Hinvegin er BLF ikki serliga fegið um, at Landstýrið framhaldandi tengir eftirlønina at LÍV, soleiðis at frælsið hjá limunum at velja eftirlønarskipan verðuyr skert. Eitt frælsi, sum felagið heldur vera fortreytina fyri, at kapping kemur á eftirlønarøkið. Limir hjá BLF, sum ikki eru í starvi hjá tí almenna, hava tó frítt at velja, hvørja eftirlønaruppsparing tey vilja hava.








