Soleiðis skrivar løgmaður á Facebook eftir landsfundin hjá Sambandsflokkinum leygardagin.
Hóast tað kann tykjast eitt sindur í stríð við óheftan journalistikk, at løgmaður serstakt takkar blaðmanninum úr Miðlahúsinum, so er tað hugvekjandi, at tað bara eru fjølmiðlarnir hjá Miðlahúsinum, sum dekka landsfundirnar hjá politisku flokkunum í Føroyum.
Sambandsflokkurin er tann stjórnarberandi flokkurin í Føroyum. Tí hevur tað stóran týdning, sum verður samtykt og viðgjørt á landsfundinum hjá flokkinum. Sjálvandi eiga fjølmiðlarnir at verða á slíkum fundum. Tað eru longu fleiri ár síðani, at føroysku flokkarnir lótu landsfundirnar upp fyri fjølmiðlum, og líka síðani hava vit í Miðlahúsinum sæð tað sum okkara skyldu at dekka hesar fundir. Tað átti Kringvarpið – við public service sáttmálanum í hondini og teimum 60 almennu milliónunum í huga – eisini at gjørt.
– Harra løgmaður, tað er als ikki neyðugt at takka okkum fyri at røkja okkara journalistisku skyldu. Men vit skilja væl, at ignoransan frá hinum miðlunum ørkymlar...