Einki er sum fyrstu ferð, og vónandi fara tær ungu klaksvíksdamurnar at siga tað sama um G!, sum tær í ár vitja fyri júst fyrstu ferð.
- Ein rúgva av fólki, sum vit kenna fóru, so fóru vit eisini, sigur Tina Joensen.
- Ja, man má bara fara, sigur Sanna Kallsberg.
Genturnar úr Klaksvík eru ikki komnar á festival fyri at lurta eftir tónleiki fyrst og fremst.
- Tað er mest fyri at møta fólki, sigur Bára Leiti Poulsen.
Men tað er tó ein bólkur, sum genturnar gleða seg til at hoyra.
- Frændur. Har kenna vit allar sangirnar og kunnu syngja við til teir, sigur Maria á Høvdanum.
Sambært teimum fýra gentunum hava bestu konsertirnar inntil víðari verið Hamferð og Raske Penge.