Tóm tøl og SEV

Tað er tóm argumentatión og skriviborðsfilosofi at borðreiða við prosentvísum tølum av vídd, ið verður órørd, og tengja hetta saman við varðveittari vatnnøgd í áunum.

Lendi formar áirnar. Tað er í erva í hæddunum, at tær vella fram, renna undan brekkuni oman í onkran barm. Á leiðini omaneftir setur til við fleiri løkum og gilum soleiðis, at tá vit eru komin oman í dalin, er talan um eina á, sum við veldi smoyggjur sær út av hamrinum, og ger ein foss á síni ævigu leið oman á sjógv. Hetta er ein mynd flestu okkara kenna.
Viðhefta myndin kundi staði her við tekstinum:
Har vatninntøk eru í haganum, hvørva áirnar í erva, men klára ikki at menna seg aftur á leiðini oman á sjógv. Mynd av Svínáum.

Mánakvøldið 4. oktober helt elfelagsskapur okkara, SEV, kunnandi fund um ætlaðu vatnorkuútbyggingina í Norðurstreymi.
Talan var um ein væl fyriskipaðan fund, har ætlanin knýtt at Víkavatni bleiv lýst.
Víkavatn hevur tríggjar fyrimunir fram um onnur øki í landinum, sum eru hædd, vatnmongd og goymslumøguleikar.
Til at hjálpa sær við ætlanini, hevur SEV eitt verkfrøðingarlið, sum kannar og stingur út í kortið.
Fyri at taka broddin av atfinningunum, so varð eitt kort av økinum víst fram, sum var blátt í erva har vatnið verður tikið, og grønt har lendið fær frið. Síðani var pástaðið, at matimatiskar útrokningar sýndu, at inntrivið ikki var so stórt, tí 30 ella 50 % av lendinum fekk frið, ergo varðveittu vit munandi vatnnøgd í áunum.
Tað undrunarverda við hesi útrokning er, at tað eru fakfólk sum borðreiða við slíkum.
Hyggur tú niðan í fjøllini og eygleiður áarrásirnar, er skjótt at varnast generella mynstrið. Ein á er sum ein viðarbulur, trivalig í neðra og greinað sundur í erva.
Um nú SEV tekur greinarnar til viðabulin, so verður ongin á. Áirnar byrja í erva, og ikki í undirhaganum. Tí verður tað ein tannleys sjón, fremur SEV hesa ætlan. Tann, sum er í iva, kann ein regndag eygleiða Norðureysturoy. Áirnar har mennast ikki aftur undir inntøkunum.
Tí er tað tóm argumentatión og skriviborðsfilosofi at borðreiða við prosentvísum tølum av vídd, ið verður órørd, og tengja hetta saman við varðveittari vatnnøgd í áunum.
Kanska er tað eitt hugskot hjá SEV í nøkrum av áunum, at mála vatnnøgdina við áarinntakið og aftur við sjóarmálan, fyri at fáa forholdstøl millum órørda vídd og vatnsavnan - so fæst sjón fyri søgn.