Tóm Rúm - ein listarlig samanrenning

Leygarkvøldið lata tey kreativu karmarnar til stóra frumframførslu á Tjóðpalli Føroya. Bæði eru ung yrkislistafólk við serliga góðum dygdum. Leikurin er ein samanrenning av leikritinum hjá Marjun Syderbø Kjelnæs og tónleikinum hjá Trónda Bogasyni.

Rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs og tónasmiðurin Tróndur Bogason eru millum tey føroysku listafólkini, ið hava fingið møguleika at menna seg og sítt talent og sína list, við at hava fingið játtað 3 ára starvslønir frá Mentannargrunni Landsins. Marjun fekk sína í 2009, meðan Tróndur fekk sína í 2010.

Bæði hava tey nógv at vísa á tey trý árini, tey hava fingið starvslønir og eru góð umboð fyri føroyska list í Føroyum og úti í heimi. Nú kunnu tey upplivast saman í hesum stórsligna leiki.