Tí má Kristin Michelsen sleppa at sita á Løgtingi

Eingin skal vænta, at ein vestmenningur hevði farið heilhjartaður at arbeitt fyri okkum

Tað er ein nógv størri fyrimunur fyri okkum at lata Kristin Michelsen varðveita sessin á Løgtingi, enn at lata ein norðoying fara við honum.

 

Tað heldur Alvi Mortensen, býráðslimur á Tvøroyri.

 

Í gjárkvøldið viðgjørdi býráðið eina umsókn frá Kristini Michelsen, borgarstjóra um at fáa loyvi til at verða løgtingsmaður eisini, afturat tí, at hann er borgarstjóri.

 

Alvi Mortensen, sum er valdur í býráðið á sama lista sum borgarstjóranum, nevniliga á Kommunulistanum, mælti býráðnum til at taka undir við umsóknini, so at Kristin Michelsen kann røkja bæði størvini.

 

Hann vísti á, at nú Føroyar eru eitt valdømi, verður tað ein norðoyingur, sum fær sæti á Løgtingið, vil býráðið ikki loyva Kristini Michelsen at røkja starvið.

 

Tað er nevniliga Hilbert Elisson í Vestmanna, sum er næsti maður á Javnaðarlistanum, og sum hevði tikið við á Løgtingi, vildi býráðið á Tvøroyri ikki lata Kristin Michelsen sleppa at halda fram í Løgtinginum.

 

– Eg dugi ikki at síggja at tað hevði komið Suðuroynni til góðar at vit nokta Kristin Michelsen at varðveita sæti á Løgtingi og lata ein norðoying yvirtaka sessin, legði hann afturat.

 

Hann vísti á, at Hilbert Elisson hevur als onki við Suðuroynna at gera og tí heldur hann, at tað tænir Suðuroyingum best at lata Kristin Michelsen halda fram, í hvussu so er so leingi Føroyar eru eitt valdømi.

 

Hann vísti serliga á, at Løgtingið stendur fyri at samtykkja eina nýggja fiskivinnuskipan. Og hann helt, at serstakliga í tí sambandi hevur tað stóran týdning at hava ein suðuroying á løgtingi, tí eingin skuldi vænta, at ein vestmenningur fór heilhugaður at røkja áhugamálini hjá suðuroyingum, tí øll vilja draga til sín.

 

Men niðurstøðan hjá býráðnum var so tann, at teir fýra býráðslimirnir í meirilutanum atkvøddu fyri, og sostatt fer Kristin Michelsen at hava sæti á Løgtingi, samstundis sum at hann er borgarstjóri á Tvøroyri.  

 

Les eisini: Kristin Michelsen skal halda seg til Tvøroyri