Tóm hús ein trupulleiki

Tað er einki eindømi fyri Nólsoy, at hús standa tóm úti á bygd. Formaðurin í Føroya Kommunufelag váttar, at støðan er hin sama í fleiri av limakommununum í FKF

Við Rás2 í gjár segði Heðin Mortensen, at tóm hús eru ein stórur trupulleiki í Nólsoy, tí húsaeigararnir vilja hvørki selja ella leiga húsini út. Og tá peningastovnarnir samstundis eru serstakliga trekir at veita lán til nýbygging á bygd, hava tey ungu ofta einki annað í at velja, en at flyta av bygdini.
Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, váttar, at sami trupulleiki ger seg galdandi í fleiri av limakommununum.
Og trupulleikin er serliga stórur á útoyggj, staðfestir Asbjørn Djurhuus.
Summar bygdir hava eisini tann trupulleikan aftrat, at smátt er við lendi, og tá ger trupulleikin við, at fólk hvørki vilja selja ella leiga síni hús út, tí tá eru hesi hús einasti møguleiki, sum er.
Rákið hevur tey mongu seinastu árini verið, at fólk søkja úr útjaðaranum inn í miðøkini, og tað er kanska ein náttúrlig menning. Men fáa tey fáu, ið ynskja at verða verandi í útaðaranum ikki høvi at seta búgv, tá eru ikki stórar vónir fyri smáu bygdunum, sigur Asbjørn Djurhuus.
Tað er væl heldur ikki lætt at gera nakað við trupulleikan, tí tað liggur náttúrliga í fólki, at tey hava ein serligan tokka til sítt barnaheim, og tey, sum flyta av bygd inn í miðstaðarøkini, fegin vilja varðveita sítt barnaheim at koma aftur til. So talan er í veruleikanum um eitt tvíeggjað svør.

Bústaðarskylda
»Ejendomsretten er ukrænkelig«, verður ofta tikið til, og tí verður ógvuliga trupult at áseta bústaðarskyldu. Spurningurin er bara, um myndugleikarnir ynskja at varðveita ein bygdan útjaðara, tí ynskja teir tað, so er eyðsaæð, at okkurt má gerast.
Tú trívur inn í ognarrættin, um bústaðarskylda verður ásett, og tað er ivasamt, hvat eg skal halda um tað. Men húsini eru jú ikki eindømi, tí sama skilið er við jørðini, sigur Asbjørn Djurhuus.
Alt hongur jú neyvt saman við politisku ætlanini um bygdamenning, og ein slík ætlan verður trupultgjørd, um tað ikki ber til hjá serliga ungfólki at seta búgv úti á bygd.
Bygdamenning umfatar vælsaktans eisini vanligt samband við útjaðaran, og har hevur ikki staðið líka væl til allastaðni. Serliga Fugloyggin og Svínoyggin er framvegis illa fyri í so máta, sigur Asbjørn Djurhuus.
Hann heldur eisini, at politikararnir hava selt havnarlagið í Skúvoy fyri ítróttahøllina á Sandoynni.
Eg havi sjálvandi einki ímóti, at sandoyingar nú fáa eina ítróttahøll, men tað sær út til at hava kostað skúvoyingum tær 18 milliónirnar, teimum vórðu lovaðar, til at gera eitt nýtiligt havnarlag, sigur Asbjørn Djurhuus.