Tí má A hava sessin!

Hanna Jensen
Fólkaflokkurin

Hugsjónin
Rákið í Føroyum er, at fólk sum heild og politiskir flokkar ynskja størri sjálvræði fyri Føroyar. Einasti munur er á, hvussu langt vit tora at hugsa, og hvussu vit trúgva tað kann gerast veruleiki, hóast summi halda, at tey eru einastu, sum umboða hesa hugsjón. Og tá so er, má arbeiðast miðvíst fyri, at fullveldi fæst fyri Føroyar.

Fólkaræði
Ein sannroynd er, at vit eru glað fyri fólkaræðið, og eisini í sjálvstýris/fullveldismálinum má tað virðast. Meirilutin av føroyingum má koma til ta niðurstøðu, sum fleiri longu eru komin til, at okkara ríkisrættarliga støða er ein blindgøta, tá um politik, sjálvbjargni, íbirting og menning á vinnuliga økinum ræður.

Samráðing
Tí er samráðing og diplomati vegurin fram. Onkur kallar tað kallsbergsku loysnina. Í Folkaflokkinum hava vit eina sannføring um, at samráðingarvegurin er tann best gongdi. Væl mugu vit læra at gerast betri og betri diplomatar, so vit ikki verða tikin á bóli. Snildi og klárskygni eru eisini neyðug og harafturat støðufesti..

Loysnir
Fólkaflokkurin hevur eina ætlan, sum kann bera á mál. At reisa mál á Fólkatingi er ikki nokk! Loysnir á teimum ymisku málunum má vera kravið. Og nú stórmál sum Danmark/ES-málið eru fyri durunum, er neyðugt við einum klókum eygleiðara, sum hevur nógvar royndir, og sum dugir væl at samráðast á Fólkatingi. Stutt sagt: vit hava brúk fyri einum veruligum diplomati á Fólkatingi!
Tí má A hava minst annan sessin!