Tað er ikki á hvørjum ári, at AB skorar mál og vinnur á Skála. Seinnapartin verður AB gestur á Skála. Har hava argjamenn bara einaferð skorað mál. Tað var sambært faroesoccer í 2007, tá ið AB vann 2-0. Hetta er einasti AB sigurin yvirhøvur á útivølli ímóti Skála. Seinni hetta sama árið – í 2007 – vann Skála 2-0 á heimavølli.
Tríggir spælarar eru framvegis á listanum, sum vóru við í apríl 2007. Teir eru Rógvi Poulsen hjá AB og Pætur Dam Jacobsen og Teitur R. Joensen hjá Skála.
Tað er ikki so ofta komið fyri, at Skála og AB hava dystast í bestu deildini. Hesi bæði feløgini hava samstundis verið umboðað í fremstu røð í 2007, 2014, 2016, 2018 og so aftur í ár.
Skála hevur vunnið tríggjar heimadystir, AB hevur vunnið einaferð á Skála, og í 2014 endaði tað við málleysum javnleiki.
AB hevur bara vunnið einaferð higartil í ár. Tað var í øðrum umfari, tá ið heimadysturin ímóti ÍF endaði 2-1. Tá ið Skála vitjaði á Argjum í fjórða umfari, fóru gestirnir til hús við 1-0 sigri.
Eftir fleiri tap ímóti teimum ovari á støðutalvuni hevur tað tvær tær seinastu ferðirnar vignast betri hjá Skála, sum hevur vunnið ímóti EB/Streymi og ÍF.
Hjá Skála eru Edvin Jakobsen og Teitur R. Joenskaddir, og onkrir aðrir eru ivasamir.
Hjá AB eru fleiri framvegis á skaðalistanum: Hørður Tórsson, Jógvan Jóhannesarson, Heðin Stenberg, Leivur Holm Joensen og Jákup Pauli Breckmann. Ivasamt er tað, um miðverjin Sørin Samuelsen er førur fyri at spæla ídag.