Dagin eftir sjómannadagin fáa klaksvíkingar vitjan av sandoyingum. Uppgerðirnar millum hesi bæði feløgini fyrr í ár boða frá, at tað kann gerast málríkt í Klaksvík sunnudagin. Tað endaði 3-3, bæði tá ið B71 var í Klaksvík, og tá ið KÍ var á Sandi.
B71 hevur verið eitt av liðunum, sum hava staðið seg betri enn roknað varð við, og KÍ er eitt av teimum, sum leingi stóð seg illa. Nú er munurin bara eitt stig, og við sigri kunnu bæði feløgini flyta fleiri pláss upp eftir
- Stigatalvan sigur, at liðini eru jøvn, men KÍ er á heimavølli, so teir eru helst favorittar. Serliga tá hugsað verður um, at teir hava fingið fult tvær tær seinastu ferðirnar, sigur spælandi B71 venjarin, Eli Hentze, sum tað tykist líka væl hjá at leggja trýstið á mótstøðumenninar.
- Eftir tveir sigrar á rað, og eftir at tað tvær ferðir hevur eydnast at halda mótstøðumonnunum frá at gera mál, er lagið gott. Spælararnir lukta møguleikan, at tað við sigri hesa ferð ber til at sleppa av 8. plássi. Vit hava spælt tveir 3-3 dystir ímóti teimum í ár, men talan verður ikki um sama úrslit hesa ferð. B71 hevur tó fleiri góðar offensivar spælarar, og tá ið okkara eisini eru framrættaðir, er tað ikki óhugsandi, at talan verður um gott undirhald, heldur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.