Tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Men afturfyri hevur løgreglan gjørt nakað burtur úr at gera ferðkanningar.
Í nátt hava tey kannað ferðsluna ymsastaðni í Eysturoynni, og úrslitið er, at tólv bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Teir fáa allir bót. Men tríggir av teimum koyrdu so mikið skjótt, at teir eisini fáa klipp í koyrikortið.
Har vanlig ferð er loyvd, merkir tað, at teir hava koyrt ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari enn loyvt er. Verður koyrt meiri enn 30 kilometrar skjótari enn loyvt er, má bilbørarin upp til nýggja koyriroynd, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, fyri ikki at missa koyrikortið. Og verður koyrt yvir 50 kilometrar skjótari enn loyvt er, missur bilførarin koyrikortið.
Fær bilførari trý klipp í koyrikortið uppá trý ár, skal koyrikortið takast av nýggjum. Men hevur ein bilførari havt koyrkort í styttri enn trý ár, eru reglurnar strangari, tí fær hann tvey klipp í koyrikortið upp á trý ár, missur hann koyrikortið, og sleppur ikki at koyra aftur, fyrrenn hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum.
Tað ber eisini til at fáa fleiri klipp í koyrikortið ísenn. Eitt dømi er, at koyrir ein bilførari ov skjótt, og og yvirhálar við ein gonguteig, fær hann tvey klipp. Ger hann trý lógarbrot ísenn, sum geva klipp í koyrikortið, skal koyrikortið takast av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir.
Ger ein bilførari fimm lógarbrot samstundis, sum geva klipp í koyrikortið, hava trý av klippunum við sær, at koyrikortið skal takast av nýggjum. Men tað fjórða og fimta klippið standa so og telja tey næstu trý árini.
Fær ein bilførari seks klipp í koyrikortið samstundis, missur hann koyrikortið. Hvussu leingi hann missur tað, veldst um, hvar dómarin í rættinum heldur er hóskandi fyri ty lógarbrot, sum eru farin fram.