Politikarar stara seg altíð blindar upp á íløgurnar, tá búskapurin skal tálmast. Men tað er nógv betri at tálma útreiðslunum í rakstrinum, og vit verða so ikki við til at hækka nakran inntøkuskatt, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins á tingi Nú klokkan tvey fara samgongutinglimir á fund hjá løgmanni. Til viðgerðar verða úttalilsini hjá fíggjarmálaráðharranum seinastu tíðina um at tálma búskapinum, sum hann metir er um at verða ovurhitaður.
Uppskotini hjá Magna Laksáfoss hava higartil gingið út upp á at steðga við Sandoyartunlinum og at avtaka sjómannafrádráttin. Men hetta ljóðar ikki sum søtur musikkur í oyrunum á Jørgeni Niclasen, formanni Fòlkafloksins á tingi.
- Politikarar stara seg altíð blindar upp á íløgurnar, tá búskapurin skal tálmast. Men íløgurnar koma bara fyri einaferð, og tí er tað munandi meieri umráðandi heldur at tálma útreiðslunum í rakstrinum, tí tær útreiðslurnar eru varandi, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir víðari á, at tað kemur ikki upp á tal at hækka inntøkuskattin, tað er eitt prinsippmál, og tað verður Fólkaflokkurin ikki við til, sigur formaðurin hjá Fólkaflokkinum á tingi.
- Vit hava ført ein ekspansivan politikk, og vit hava fingið ferð á búskapin. Tí eri eg meiri samdur í tí, sum Bárður Nielsen førir fram, um ikki at høgga bremsurnar for kraftiga í og steðga øllum í einum. Vit skulu vera varin við bremsingini, segði Jørgen Niclasen, tá vit fingu orðið á hann beint undan samgongufundinum, sum byrjaði í dag klokkan tvey.










