Tølini tiga um framtíðina

Val og tøl: Fólkatingsvalið var á fleiri økjum sermerkt, og tá ið tølini millum fólkatingsval og løgtingsval verða sammett, so siga tey bara, at smærru flokkarnir hava lakari undirtøku á fólkatingsvalum enn á løgtingsvalum

Annan týsdag, 4. oktober, verður farið undir nýtt arbeiðsár í fólkatinginum, og harvið verður punktum sett fyri valinum til Fólkatingið, sum varð útskrivað 26. august og hildið 15. september.

Edmund Joensen og Sjúrður Skaale fara henda dagin til arbeiðis í danska parlamentinum. Teir hava báðir boðað frá, at teir fara at brúka alla sína tíð upp á fólkatingsarbeiðið, og at teir tískil ikki fara at stilla upp aftur til løgtingið.

Sjúrður Skaale er fyrsti javnaðarmaður, sum er valdur í fólkatingið síðani á valinum í 2001, og hetta er fyrsta ferðin síðani á valinum í 1981, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eiga fólkatingsumboðini.

Hósdagin í síðstu viku vann Sambandsflokkurin fyrra mannin við 30,8 prosentum av atkvøðunum. Hetta er besta úrslitið hjá Sambandsflokkinum síðani 1977, tá ið Pauli Ellefsen var í hæddini, og Sambandsflokkurin vann fyrra mannin við 31,7 prosentum av atkvøðunum.


Luttøkan

Valluttøkan hesa ferð var 58,9 prosent. Talan var um lága luttøku, tá ið sammett verður við trý tey undanfarnu valini – 66,8 í 2007, 72,7 í 2005 og 79,5 í 2001. Luttøkan í 2001 var tann hægsta, sum hon nakrantíð hevur verið á fólkatingsvali í Føroyum.

Lægsta luttøkan frammanundan hósdegnum í síðstu viku var 12. desember í 1990, tá ið 54,2 prosent vóru á fólkatingsvali. Lægsta luttøkan seinastu hálvu øldina var í 1966, tá ið 48,8 prosent vóru á fólkatingsvali fimm vikur eftir, at løgtingsval hevði verið.


Persónligu tølini

Merkisvert var tað, at persónliga atkvøðutalið hjá toppskorarunum hesa ferð ikki var í nánd av tí, sum tað hevur verið nógvu tey seinastu árini. Hesa ferð var Edmund Joensen valdur við 1578 persónligum atkvøðum, og Sjúrður Skaale varð valdur við 1539 persónligum atkvøðum.

Tað er ongantíð komið fyri seinastu hálvu øldina, at ikki í hvussu so er annar av fólkatingsmonnunum hevur fingið fleiri enn tvey túsund atkvøður.

Tann, sum er valdur við flestum persónligum atkvøðum, er Óli Breckmann, sum í 1998 fekk 3.980 persónligar atkvøður. Hetta er tó ikki hægsta persónliga atkvøðutalið á fólkatingsvali. Finnbogi Ísakson var einsamallur á tjóðveldislistanum í 1988. Hann fekk 4.434 persónligar atkvøður, men hann varð ikki valdur. Triði hægsta persónliga atkvøðutalið á fólkatingsvali var tað hjá Jóannes Eidesgaard í 2001, tá ið 3.689 atkvøddu fyri formanninum í Javnaðarflokkinum. Jóannes var fólkatingsmaður 1998-2001, men hóast framúr persónliga atkvøðutalið, so eydnaðist tað ikki Javnaðarflokkinum at endurvinna sessin í 2001.

Fjórði hægsta talið av persónligum atkvøðum er 3.681. Við hesum talinum vórðu Pauli Ellefsen og Óli Breckmann valdir í ávikavíst 1979 og 1987.


Sammetingin

Síðsta fríggjakvøld hevði Sosialurin yvirlit, sum vísti, hvussu tingmannabýtið hevði verið, um valið í síðstu viku var løgtingsval og ikki fólkatingsval. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fingu tilsaman 51,8 prosent av atkvøðunum, og 10+7 av 33 tingmonnum.

Sjálvandi skulu fyrivarni takast í slíkari sammeting. Eitt nú at smáu flokkarnir ikki fáa somu undirtøku á fólkatingsvali sum á løgtingsvali.

Í 1998 var fólkatingsval 11. mars og løgtingsval 30. apríl. Talvan vísir, at av stóru flokkunum var tað bara Tjóðveldi, sum hevði framgongd (+2,9%). Hetta var fyrsta valið hjá Høgna Hoydal. Afturgongdin var serliga stór hjá Fólkaflokkinum (-5,6%). Miðflokkurin luttók ikki í fólkatingsvalinum. Á løgtingsvalinum fekk hann 4,1%. Undirtøkan hjá Sjálvstýrisflokkinum var tann sama á báðum valunum.

Fólkatingsval var 20. november 2001, og løgtingsval var 30. apríl 2002. Stóru frávikini millum hesi bæði valini vóru, at Sjálvstýrisflokkurin næstan trífaldaði undirtøkuna, at Miðflokkurin næstan tvífaldaði undirtøkuna, og at undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum minkaði við 2,5 prosentum.

Løgtingsval var 20. januar 2004, og fólkatingsval var 8. februar 2005. Størstu framgongdina høvdu Fólkaflokkurin (+3,5%) og Tjóðveldi (+3,7%). Afturgongdina høvdu Sambandsflokkurin (-2,3), Sjálvstýrisflokkurin (-2,2), Miðflokkurin (-1,9) og so vóru tey 2,4% at býta, sum Hin stuttligi flokkurin fekk á løgtingsvalinum í 2004.

Fólkatingsval var 13. november 2007, og løgtingsval var 19. januar 2008. Sjálvstýrisflokkurin (+3,7%) og Miðflokkurin (+1,6%) høvdu framgongd, og hinir flokkarnir høvdu afturgongd.

Tá ið fólkatingsval var í síðstu viku, vóru trý ár og átta mánaðir síðani, at føroyingar síðst høvdu verið á løgtingsvali ella fólkatingsvali. So long tíð hevur ongantíð áður verið millum tvey val. Tí er tað ikki so upplagt at sammeta løgtingsvalið í 2008 og fólkatingsvalið í 2011. Men broytingarnar eru øgiligar: Sambandsflokkurin hevði framgongd upp á 9,8 prosent, Javnaðarflokkurin hevði framgongd. Fólkaflokkurin og Tjóðvelisflokkurin gingu aftur, og smáu flokkarnir gingu nógv aftur.

Tølini siga, at tað er rættuliga sannlíkt, at Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin fara at standa seg betri á løgtingsvalinum í heyst, enn teir gjørdu á fólkatingsvalinum í síðstu viku.

Hvussu tað verður við gongdini hjá stóru flokkunum ber ikki til at gera nakra niðurstøðu um út frá tølunum í talvuni. At serliga Tjóðveldi kennir seg hava sæð gula kortið og á løgtingsvalinum fer at spenna seg út fyri at endurvinna tað, sum varð mist á fólkatingsvalinum, er so upplagt.

Á valinum í síðstu viku vóru sofaveljararnir 41,1%. Ivaleyst fara fram ímóti trimum fjórðingum av teimum á løgtingsval, og tað fer at hava stóran týdning fyri úrslitið, hvat tey, sum nú fara at reisa seg úr sofuni, fara at avkvøða fyri.



Fólkatingsval og løgtingsval

1998-2011


FV 1998 LV 1998 FV 2001 LV 2002 LV 2004 FV 2005 FV 2007 LV 2008 FV 2011


A 26,9 21,3 20,5 20,8 20,6 24,1 20,5 20,1 19

B 21,8 18 27,3 26 23,7 21,4 23,5 21 30,8

C 22,7 21,9 23,4 20,9 21,8 22,2 20,4 19,3 21

D 7,7 7,7 1,6 4,4 4,6 2,4 3,5 7,2 2,3

E 20,9 23,8 24,9 23,7 21,7 25,4 25,4 23,3 19,4

K 2,4 0,7

H 4,1 2,2 4,2 5,2 3,3 6,8 8,4 4,2