Tølini tala, men ABC blokkar oyruni

Enn einaferð noktar politiska valdið at lurta eftir búskaparligum viti og skili, men tvíheldur fiskivinnuni í einum formi, sum oyðir stovnarnar og kastar alt, alt ov lítið av sær.

Veiðutrýstið við Føroyar hevur seinastu 15 árini verið í miðal á leið dupult so stórt, sum tað veiðutrýst, sum hevði kastað mest av sær, bæði búskaparliga og lívfrøðiliga. So greið er talan frá Landsbankanum, sum hevur mett um framleiðsluavrikini í føroysku vinnuni seinastu 10 árini. Búskaparráðið vísir eisini í síni frágreiðing aftur á somu skeivu gongd í fiskiveiðuni á okkara egnu leiðum.
Eitt inniligt neyðarróp er nú eisini komið frá Vinnuhúsinum, sum rópar á myndugleikarnar um at taka propparnar úr oyrunum, og lurta eftir lívfrøðiligu ráðgevingini, so veiðutrýstið kann verða stillað rætt, og soleiðis at til ber at skjalprógva, at fiskastovnarnar vera burðardygt umsitnir. Hetta hevur Tjóðveldi í mong harrans ár víst á.
Tølini tala
Tíverri uppliva vit ferð eftir ferð, at kjakið um broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap endar í kegli um hvørt ein trýr uppá ráðgevingina frá Havstovuni og ICES. Uttan mun til, um ein vil ella ikki vil lurta eftir hvat ráðgevingarnar siga, so tala veiðutølini sítt heilt greiða mál. Og tey siga frá neyvt somu sorgarsøgu.
Seinastu átta árini er føroyska hýsuveiðan minkað niður í ein fimtapart. Ella við 80 prosentum. Avreiðingin av toski er somu árini minkað við á leið 70 prosentum!! Tilgongdin av toski er góð í løtuni, men júst tí er tað sera átrokandi, at stovnurin ikki verður niðurfiskaður aftur, áðrenn hann fær fótin fyri seg.
Ein veikur ella manglandi fiskivinnupolitikkur, hevur stórar avleiðingar fyri okkara vælferðarsamfelag. So í seinasta enda er tað okkum øll, tað snýr seg um. Tí hevur Tjóðveldi enn einaferð lagt uppskot fram um at taka stig, sum veruliga muna fyri at fáa okkara fiskivinnu at vera rikna á einum forsvarligum grundarlagi – lívfrøðiliga, men ikki minst búskaparliga.
Hurðar í lás
Í vinnunevndini hava umboð fyri fiskaseljararnar - eins og teir hava gjørt alment - greitt frá, hvussu ein hurð fyri og onnur eftir verður latin aftur fyri føroyskum fiskavørum. Longu fyri 10-15 árum síðani byrjaði kravið frá fiskakeyparum um merking, sum prógv um, at fiskurin er veiddur burðardygt. Tað gerst alsamt truplari at selja føroyskan fisk til týska, franska og bretska marknaðin, og vit fáa langt ífrá besta prísin fyri vøruna, tí vit ikki umsita okkara stovnar burðardygt. Bretar vilja til dømis ikki síggja føroyska hýsu - hvørki til matvøruhandlar ella matstovur (catering), av hesi orsøk. Á svenska marknaðinum eru føroyskar fiskavørur útblakaðar – av somu orsøk. Og tað er einki, sum bendir á, at hesi krøv frá brúkarum og fiskakeyparum fara at linka. Heldur fara tey at breiða seg til alsamt fleiri keyparar og marknaðir.
Hetta snýr seg ikki um náttúruvernd, men eina høvuðsæðr í okkara búskapi. Okkara fiskivinnupolitikkur rekur Føroyar á ørmundarhús. Høvuðsvinna hevur í mong ár kastað fleirsifraðar milliónir ov lítið av sær. Og kortini er viljin til at gera nakað, sum veruliga munar, alt, alt ov lítil.
Illa útskeldaða Havstovan hevur víst á, at týdningarmesta átakið, sum støðan er nú, er at fáa stillað veiðutrýstið, so tað hóskar til tað fiskatilfeingið, ráðiligt er at veiða. Og at verja ungfiskin betri, so stovnarnir sleppa at koma fyri seg. Tjóðveldi stuðlar hesum fult út, og tekur støði í hesum tilráðingum í uppskotunum, sum framsøgumaður okkara Tórbjørn Jacobsen, vegna flokkin hevur lagt fram.
Jacob økir veiðutrýstið
Hóast allir ávarðingarlúrar ýla, so er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum komin við einum uppskoti, sum samlað sæð veksur um veiðutrýstið. Tað er positivt, at lemmatrolararnir nú koma inn í fiskidagaskipanina, men soleiðis, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp at gera, tykist eingin ivi vera um, at veiðutrýstið serliga á upsa fer at vaksa munandi. Í øðrum lagi vil landsstýrismaðurin áseta brúksskyldu og draga inn fyri at lata út aftur óbrúktar dagar ókeypis. Á henda hátt fara dagar, sum áður komu stovnunum til góðar, út sum økt veiðutrýst. Tíbetur tekur eingin í vinnunevndini undir við hesi broyting. Brúksskyldan er einans forsvarligt at seta í verk, um neyðug stig samstundis verða tikin at stilla dagaskipanina til tað trýstið, sum stovnarnir tola. Tað verður tað ikki í uppskoti landsstýrismansins, sum einans hevur valt at skerja dagar, sum í løtuni liggja óbrúktir hjá útróðrarbátunum.
Hvønn boðskap hava vit at selja?
Stigini, sum landsstýrismaðurin og samgongan vilja taka, verja ikki hóttu fiskastovnarnar og ungfiskin. Og tað verður framvegis nærum ógjørligt at fara út í heim og selja ein boðskap um, at føroyska fiskiveiðan er lívfrøðiliga forsvarlig.
Tað er ein sorgarsøga, at politiski myndugleikin heldur áfram at lata oyrini aftur fyri fremstu búskaparligu og lívfrøðiligu ráðgevingini. Tí á henda hátt hevur politiska valdið fremstu ábyrgdina av, at okkara fiskivinna verður hildin í einum avoldaðum formi, og ikki kemur fram at teimum rationaliseringum og teirri nýmenning, sum er neyðug.