Tølini flóta í langhylinum

Í kappingini um hvør skal hýsa einum 50 metra longum svimjihyli, er ein ætlan komin á fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár, har landið skal stuðla byggingini av einum langhyli í Vági. Uppskotið er áhugavert, men í summum førum ljóðar tað somikið óveruligt, at eg loyvi mær at seta fyrireikarunum av ætlanini nakrar spurningar.

Byrja verður uppá arbeiðið í hesum árinum, pengar verða játtaðir á fíggjarlógini fyri næsta ár, men tað verður longu klárt at svimja í februar ella mars. Hetta ljóðar sera óveruligt í mínum oyrum, og tí spyrji eg fyrireikararnar, hvussu hetta hongur saman?

Kostnaðurin verður mettur til millum 12 og 13 milliónir krónur. Til samanberingar kann nevnast, at ítróttarhøllin á Sandi verður mett at kosta 35 milliónir krónur. Hvussu ber tað til at ein svimjihøll við 50 metra longum hyli bara kostar ein triðing av tí, sum ein ítróttarhøll kostar?

Við í ætlanini í Vági er ein síðubygningur við skiftirúmi, gosbaði, dampbaði og sauna. Inni í sjálvari høllini verður eisini eitt venjingarøki - alt fyri millum 12 og 13 milliónir krónur.

Lat meg siga tað soleiðis: Um hetta letur seg gera, so eiga stigtakararnir í minsta lagið at verða brúktir sum ráðgevarar í sambandi við aðrar almennar verkætlanir.

1.500 tons av vatni
Mær er fortalt, at ein orsøk til lága kostnaðin og skjótu byggitíðina er, at ætlanin er ikki at spreingja hylin niður í lendið, men hann skal standa omaná. Men setur tað ikki ótrúðliga høg krøv til undirlendið, um eitt ”kar” við 1,5 milliónum litrum av vatnið skal standa á gólvinum? Bara vatnið vigar 1.500 tons!

Sagt verður, at munnlig avtala er fingin í lag við SEV, um at avlopshiti frá elverkinum verður latin svimjihylinum. Mín spurningur er: Fær svimjihylurin allan hendan hitan fyri einki?

Um pengar koma at mangla í fyri at fullføra ætlanina, hvør skal so rinda teir pengarnar? Kann tað hugsast, at stigtakararnir tá fara at venda sær til landsmyndugleikarnar við eini umbøn um fleiri pengar?

Ein annar áhugaverdur spurningur er, um landið skal gjalda part av rakstrinum øll árini frá 2011 og so leingi sum svimjihylurin verður brúktur?

Eg síggi at fyrireikararnir leggja stóran dent á at undirstrika, at talan er um eina ætlan fyri alt landið. Endamálið við tí er sjálvandi at fáa landsmyndugleikarnar at átaka sær ein størri part av útreiðslunum. Veruleikin er tó tann, at eingin fer at ferðast langa leið, bara fyri at svimja í einum 50 metra hyli.

Vónandi ber tað til
Onkur kann undrast á, at eg seti hesar spurningarnar, men eg seti teir, fyri at sleppa undan at síggja enn eina ætlan, sum ”bóndafangar” landsmyndugleikarnar til eina møguliga restfígging, og annars varandi útreiðslur í óendaligar tíðir.

Eg havi einki ímóti sjálvari ætlanini, men haldi, at vit eiga at ”spæla við opnum kortum”.

Annars vil eg ynskja stigtakarunum góða eydnu við ætlanini.