Tíðliga á veg við jólapynti

Ivaleyst halda vit, at føroyingar eru tíðliga á veg, tá tað er at pynta til jólar, men her eru íslendingar fyrr enn vit.

Miðbýurin í Reykjavík er pyntaður, og tað sæst, at tíðin til jólar styttist. Kring um í býnum eru gøturnar pyntaðar við litføgrum ljósum og ketum av alskyns slag.

 

Men, tað er ikki bara Reykjavík, sum er pyntaður, nú november mánaði er farin at halla. Tað er eisini pyntað í øðrum býum og bygdum í Íslandi, sum In.fo vitjaði nú um vikuskiftið.  

 

Viðhefta mynd er tikin í Kveragerði í gjárkvøldið. Húsini minna um eini vælpyntaði hús í føroysku jólabygdini, Æðuvík. Litfagurt og flott í kvøldarmyrkrinum.

 

Tað er munur á at síggja okkara høvuðsstað í kvøld, har bert nøkur handilsvindeygu eru pyntaði og so at síggja litfagra Reykjavík leygarkvøldið.

 

Nógv kann sigast um jólapynt, og sjálvandi hevur ikki minst handilsvinnan áhuga í, at jólini gerast longri og longri. Spurningurin er so, hvussu long henda tíðin skal verða.

 

Eingin ivi er tó um, at litføgru ljósini lýsa upp í hesi myrku og køldu tíð.