Føroysku fótbóltsspælararnir í Ålborg vóru tíðliga á fótum sunnumorgunin. Klokkan var tíggju minuttir í seks, tá ið flogfarið við Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen saman við 25 liðfeløgum teirra í AaB lætti við kós móti Kypros. Har skal AaB næstu vikuna á góðum grasvølli fyrireika seg til slutspurtin á hesum kappingarárinum.
Umstøðurnar at venja eru góðar á Kypros. Sunnudagin vóru 19 hitastig.
Fyrsta venjingin var seinnapartin sunnudagin. Sambært AaB heimasíðuni var Jón Rói Jacobsen smáskaddur sunnudagin. Hann vandi saman við tveimum øðrum smáskaddum AaB spælarum, meðan Súni Olsen vandi saman við øllum hinum.
AaB skal spæla tríggjar venjingardystir næstu vikuna. Týsdagin skulu teir spæla móti pólska GKS Belchatów og fríggjadagin skal AaB spæla móti kekkiska Slovan Liberec. Mikudagin skal eykaliðið hjá AaB spæla ímóti kekkiska FK Teplice.










