Klaksvík:
? Eg royki, og eg ætli mær eisin at dríva á, tí eg havi lisið, at royking fyribyrgir Alzheimer, er eitt tað fyrsta Ninni Simonsen, kona Eyðun, sigur, tá hon sessast í hugnaligu stovuni hjá teimum á Bumshamri.
Flennandi koyrir hon undir Eyðun, og hann nikkar samtykkjandi og sigur brosandi, at hann legði sigarettirnar á hillina ov tíðliga.
Fyri framman liggur ein áhugaverd og til tíðir dapur samrøða um ein mann, sum fyrr altíð var í gongdi við okkurt, hevði ábyrgdarstarv og livdi eitt púra vanligt lív. Men um ein heldur, at sjúkan Alzheimer hevur kastað ein stóran skugga yvir lívið hjá Eyðuni og Ninni, so fer ein skeivur.
Positivi andin, opinleiki og góðtakilsi av sjúkuni, sum Eyðun fekk staðfest fyri tveimum árum síðani, lýsir av hjúnunum. Ongantíð er nakað tekin um beiskleika, meðan tey skiftast um at greiða frá.
Tosa opið um tað
Líka síðani sjúkan hjá Eyðuni varð staðfest, hava bæði tvey tosað opið og erligt um hana við øll, sum tey kenna. Ninni leggur dent á, at bæði familja, vinir og grannar hava verið ótrúliga hjálpsom og teimum ein hollur stuðul.
? Tað er tann besti heilivágurin. Tí um ein skuldi gingið við øllum innan í sær, so hevði tað endað galið, sigur Ninni. Hetta er eisini orsøkin til, at tey játtaðu at traðka fram og siga teirra søgu.
? Eg veit, um fleiri fólk, sum eru minnisveik, har umhvørvið hjá teimum ger, hvat tey kunnu fyri at krógva tað, men tað halda vit ikki tænir nøkrum endamáli, sigur Ninni.
Øll, sum kenna Eyðun og Ninni vita, at hann hevur Alzheimer. Tey tosa um tað, sum er tað nakað heilt náttúrligt. Hetta hevur eisini havt við sær, at fólk skilja væl teirra støðu, og tá Eyðun sigur ella ger eitthvørt undrunarvert, so skilja øll.
? Tað ger alt so nógv lættari, sigur Ninni, meðan Eyðun hyggur upp á hana.
Eyðun sigur, at hann langt síðani hevur góðtikið, at hann er sjúkur, og tískil hevur hann samstundis eisini viðurkent, at hann ikki longur kann gera nakað serligt.
Alzheimer er ein sjúka, sum spakuliga køvir minnið á einum persóni. Ninni og Eyðun vita, hvønn veg tað ber, men bæði siga tey, at framtíðina hugsa tey ikki um.
? Vit taka ein dag í senn. Hvat kunnu vit brúka tað til at hugsa um eina framtíð, sum vit ikki kenna. Tað er tað reina tíðarspill, sigur Eyðun.
? Og við Guds hjálp hevur tað gingið væl higartil, leggur Ninni afturat.
Stutt-tíðar minnið er burtur
Alzheimer hevur køvt stórar partar av minninum hjá Eyðuni. Eisini hevur sjúkan við sær, at hann ikki hevur so nógva orku longur. Hann orkar til dømis ikki at ganga ov langar túrar. Men til tíðir so hevur hann gloymt tað, tá hann er farin ein gongutúr.
Eyðun og Ninni eiga ein hund, sum eitur Kahn. Eyðun plagar at fara túr við honum.
? Ella rættari er tað hundurin, sum fer túr við mær, tekur Eyðun skemtandi til.
Ninni tekur yvir og sigur, at viðhvørt tá Eyðun fer túr, hevur hon sagt við hann, áðrenn hann fer, at hann ikki má fara ov langt, tí hann orkar ikki at ganga heimaftur.
? Men tað hevur hann ofta gloymt, áðrenn hann er komin langt frá húsum, og tí kann hann til tíðir vera sera troyttur, tá hann og Kahn koma til hús aftur, greiðir hon frá.
Nøkur ting, sum Eyðun kann gera, eru púra burturvið. Hann leitar í øllum skápunum í køkinum eftir mjólk, um hann fer út, tekur hann tann fyrsta og besta jakkan, sum hongur fyri. Óansæð um tað er Ninni ella eini sonurin, sum eigur.
Ninni kann biðja hann fara í kjallaran. Tá hann er komin hálva leið niður gjøgnum trappurnar, hevur hann gloymt, hvat hann skuldi. Um hon biður hann fara at keypa rundstykkir, so vil Eyðun hava, at hon ringir til bakaríið og sigur, hvat hann skal keypa. Bara fyri at vissa, at hann kemur aftur við tí rætta.
? Eisini ber illa til at føra eina vanliga samrøðu við Eyðun, sigur Ninni.
Hann minnist so at siga bara heilt aftur í sín egna barndóm. Alt hitt antin er horvið ella við at hvørva úr minninum hjá honum.
? Eg sigldi nógv á ungum árum, og eg havi upplivað nógv í mínum lívi, men nú minnist eg bara ein lítlan part av tí. Tað er tungt at missa sítt egna lív burtur á henda hátt, viðgongur Eyðun, meðan hann yppir øksl. So leggur hann tó afturat, at hann hevur góðtikið sjúkuna og sær hana sum sína lagnu.
Í ansing
Tá sjúkan varð staðfest, gekk tað ikki long tíð, inntil Eyðun byrjaði at kenna seg ótryggan, tá hann var einsamallur heima. Ninni arbeiðir fulla tíð í Norðoya Sparikassa, og hon sigur, at um hon ikki hevði arbeiðið og bara gekk heima, so hevði hon sjálv blivið ør í høvdinum.
? Eg eri so brá og ótolin og eitt útimenniskja, at tað hevði als ikki borið til, sigur hon, og tí tekur Eyðun undir við.
Ninni gongur javnan til fundir í einum felag í Klaksvík fyri avvarðandi til minnisveik. Formaðurin í hesum felagnum eitt skifti var eisini fyribilsleiðari í eldrasambýlinum undir Heygnum. Tá Ninni segði henni, at Eyðuni ikki dámdi at vera einsamallur heima, bað hon Ninni nevna møguleikan fyri at koma á sambýlið um dagarnar fyri honum.
Ninni so gjørdi. Nakað skeptiskur var Eyðun í fyrstuni, men gjørdi síðani av at geva tí ein kjans. Ein avgerð, sum hann ongantíð hevur angrað.
? Har er so gott at vera. Starvsfólkini eru so fyrimyndarlig og fitt. Eg kenni eisini fleiri av teimum, sum búgva har, so eg stórtrívist, greiðir Eyðun smílandi frá.
Ninni endurtekur fleiri ferðir, hvussu fantastiskt tað er, at Eyðun kann vera har um dagarnar.
? Annars hevði eg ikki klárað at slappa av, meðan eg var til arbeiðis, tí hvør veit, hvat hann kundi funnið uppá ein heilan dag, meðan hann gekk her einsamallur, sigur hon.
So hvønn morgun, tá Ninni skal til arbeiðis, koyrir hon Eyðun á sambýlið áðrenn og avheintar hann aftur eftir arbeiðstíð.
Flennandi greiðir hon frá enn einum dømi um, hvussu væl Eyðun hevur góðtikið sína sjúku.
Ein morgunin, tey vóru á veg til sambýlið í bilinum, segði Eyðun brádliga, at tey høvdu gloymt spakan.
Ninni bleiv so kløkk, at hon steðgaði bilinum og ivaðist ikki í, at hann hevði fingið eitt black-out. Hon spurdi hann varisliga, hvønn spaka.
" Spakan og spannina ? eg skal jú í barnagarð, svaraði Eyðun við einum skeivum eygnabrái.
Ongin Nónhamar
Tað eru nú eini 14 ár síðani, at Ninni og Eyðun varnaðust, at okkurt var galið við honum. Hann leið øgiligt av høvuðpínu, var svimbul og hevði tað ikki so gott. Hetta komst av, at hann hevði virus á javnvágini og manglaði b12 vitamin. Men tey vóru eisini bangin fyri, at honum møguliga bagdi okkurt meiri álvarsligt, so hann fór til kanningar.
Svarini upp á kanningarnar fekk hann frá kommunulæknanum. Hesin segði teimum, at Eyðuni bagdi onki álvarsligt. Hetta var í 1992. Men bæði tvey vóru tey tó byrjað at gruna ilt, tí eitthvørt undrunarvert kundi til tíðir koma fyri.
Ninni sigur, at fyrstu ferð hon fangaði seg í at hugsa, at har ruggaði ikki alt rætt við Eyðuni var eina náttina, telefonin ringdi.
Eyðun var havnafúti, so hann hevði ábyrgd fyri øllum skipum, sum komu inn ella skuldu út úr Klaksvík.
Hesa náttina var tað onkur, sum ringdi fyri at vita, nær Nónhamar skuldi avstað. Aftursvarið frá Eyðuni var, at í Klaksvík var ongin Nónhamar.
? Tá hugsaði eg við mær sjálvari, at okkurt er ravruskandi galið, tí skipið lá við kai í Klaksvík og skuldi sigla dagin eftir. Men so hugsaði eg aftur, at hatta kanska bara var ørvitiskapur, tí hann hevði sovið, greiðir Ninni frá, meðan Eyðun situr og smáflennir at øllum søgunum, sum nú koma fram.
Hugsaðu ikki Alzheimer
Í 2002 tá sjúkan varð staðfest, hevði tann læknin, sum staðfesti sjúkuna, sæð journalin hjá Eyðuni langt aftur í tíðina. Eisini aftur til 1992, tá hann var til kanningar.
Læknin segði teimum, at longu tá varð byrjanin til demens staðfest. Men kommunulæknin hevði jú sagt, at Eyðuni bagdi onki.
Hetta eru Ninni og Eyðun ikki beisk um. Tvørturímóti.
? Eg haldi, at kommunulæknin spardi okkum fyri eina rúgvu. Tí hvat skuldu vit brúka hasa vitanina til í 1992. Eg haldi, at hann hevur hugsað sum so, at hatta er ólekiligt, og tí vildi hann spara okkum. Tað gjørdi hann eisini, tí vit fingu 10 góð ár afturat, sigur Ninni.
Alzheimer kom teimum ongantíð beinleiðis til hugs, tá tey tosaðu um, hvat mundi vera galið.
? Ella eg veit ikki. Tá eg sá navnið á Sofus Joensen, lækna, tá setti eg meg í samband við hann, so ótilvitað havi eg helst hugsað um tað kortini, greiðir Ninni frá og festir sær í eina sigarett.
Hjálparleys
Hóast tey sita og flenna, meðan tey greiða frá, so fjala Ninni og Eyðun ikki út yvir, at tað ikki altíð bara er stuttligt. Men ongantíð hava tey sets aftur og hugsað hví vit ella hví Eyðun.
? Vit hava góðtikið tað, men sjálvandi eru tað løtur, har ein bert hevur hug at seta seg niður og fara at gráta. Men tá ræður tað um at broyta tankagongdina. Vit taka ein dag í senn, og tað týdningarmesta er at hugsa um, at tað kundi verið so nógv verri, og at vit hava fingið 34 fantastiska góð ár saman sigur Ninni.
Hon heldur fram, at til tíðir kann hon gott blíva óð við Eyðun, tá hann ger ymiskt, sum hon ikki skilir, ella hvat tað skal vera. Tað kemst av, at hon hjálparleys stendur og hyggur at, meðan sjúkan breiðir seg.
? Eg fái onki gjørt, og tað er ræðuliga frustrerandi. Tí blívi eg óð, sigur hon og leggur enn einaferð dent á, hvussu gott tað er, at hon hevur eitt arbeiði at fara til.
? Ella hevði tú blivið í óordan, sigur Eyðun brosandi og spyr so argandi Ninni, hví hon hevur fingið sær ein so gamlan mann.
Ninni greiðir eisini frá, at Eyðun plagdi at vera stak húsligur. Havan passaði hann eisini væl, men onki av tí ber til longur. Eyðun er ikki førur fyri tí. Hann klárar heldur ikki at lesa og verður rættiliga skjótt troyttur.
? Jú, lívið er broytt, men vit stúra ikki.Vit hava eina vón um, at alt verður betur ein dag, tí í himli er ongin sjúka og pína, bara gleði, sigur Ninni, sum at enda vil ráða øllum til, sum liva tætt upp at slíkum sjúkum, at tosa opið um tað.