Gulldystur
Talvan niðanfyri sýnir, hvussu tað hevur tørnað út, tá gullbiðlarnir leygardagin hava hitst í teimum trimum undanfarnu landskappingardystunum í hesum kappingarárinum. Sum tað framgongur av úrslitunum, so hevur tað hvørja ferð verið StÍF, sum hevur verið omaná, og í so máta munnu strandingarnir eisini vera eitt slag av favorittum undan brakinum.
Tað hevur eisini víst seg seinnu árini, at hóast VÍF hevur verið ovari av teimum báðum liðunum síðani 1999, so hevur StÍF ferð eftir ferð argað gula herin, ið aloftast hevur havt tað trupult móti ágangandi verjuspælinum hjá StÍF.
Tá tað kemur til einstøku leikararnar, so er tað tó ein vestmenningur, sum hevur skotið flestu málini. Áki Olsen hevur ikki færri enn 25 smekkað bóltin í kassan teir tríggjar dystirnar, sum yvirlitið inniheldur, og av hesum vórðu ikki færri enn 11 skotin í seinasta dystinum. Tað var tó tann av dystunum, sum VÍF tapti við greiðastu dystartølunum.
Hondbólturin vinnur
Hvussu tað verður hesaferð, er tó meira enn trupult at spáa um. Tó at talan er um lítlan favoritt-leiklut til strandingarnar, so eru tað ikki hagtølini, sum avgera nakran dyst. Her verður tað í stóran mun dagsformurin hjá báðum pørtum, men fyri undirhaldið í høllini, áskoðararnar og ikki minst fyri hondbóltsspælið er at vóna, at báðir partar spæla upp til sítt allarbesta. Tá verður tað føroyskur hondbóltur, sum verður tann stóri vinnarin.
VÍF-StÍF
25-31
29-32
27-34
útmálLeikariLeikarimálút
325(3)Áki OlsenSveinur Justinussen23(2)3
15John ZachariasenArtur Johansen21(11)
12(2)Piti NegruCostin Dumitrescu19(5)1
18Ingi OlsenAlexandur Johansen12(1)1
17Daniel RápaJón Rasmussen6 2
5(1)Áki G. OlsenAndre F. Danielsen6
24Agnar JoensenKristjan Petursson5
33Ólavur BrimnesBent Djurhuus4
1Fríðbjørn SeloyBorgar Danielsen1 1
1Rógvi NielsenJanus Trúgvason1
Pauli Hansen1