Tøl mugu tulkast við hógv

Útvarpið bar tíðindi mikukvøldið 29. oktober 2008 um at “Tey ríku verða vald í teimum stóru kommununum”, og hetta varð eisini lagt út á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Víst varð til mín og nýggju bókina Kommunupolitikkur

Eg varð satt at siga eitt sindur illa við av mátanum, sum míni orð vórðu spíssformulerað, og biði kommunupolitikarar um landið orsaka fyri at eg ikki havi orðað meg nóg greitt í viðtaluni.

Sjálvandi er tað so ymiskt, hvussu væl tey eru fyri peningaliga, sum verða vald. Tað, vit síggja av tølunum, er hetta: Samanbera vit politikarafjøldina sum heild og fólkið sum heild, kann tað tykjast sum um tey, ið eru væl fyri, eru betri umboðað enn tey sum ikki hava so stóra inntøku, sí talvu 1:

 

 

Talva 1: Húsarhaldsinntøka (í prosentum)

Ársinntøka hjá húsarhaldinum

Fólkið sum heild

Uppstillað 2004

Vald 2004

Minni enn 250 000 kr

29

12

9

250 000 - 600 000 kr

59

67

67

Meira enn 600 000 kr

12

21

24

Í alt (N)

100 (458)

100 (393)

100 (170)

Keldur: Spurnakanning millum uppstillað og vald í 2004; Hallbera West, medborgarakanning 2004.

 

Somuleiðis vita vit, at tað er í teimum stóru kommununum, at valevnini brúka nógvar pengar upp á valstríðið – so mikið nógvar, at summi halda seg aftur av teirri grund og ikki vilja standa á lista. – Tað er ikki ein spegilsmynd av samfelagnum, sum situr í býráðunum í teimum stóru kommununum. Hetta sæst eisini av, at parturin av býráðspolitikarum við útbúgving er so høgur.

Í einum fólkaræði er tað ein fyrimunur, um júst tey verða vald, sum hava best politiskt skil og best duga at umboða veljararnar. Tað eg royndi at fáa fram í viðtaluni, var, at tað eiga ikki at vera peningaligar forðingar, sum fáa fólk at aftra seg fyri at siga ja til politiskt arbeiði.