Tøl kunnu lúgva

FS Vágar vann ein at síggja til tryggan sigur, tá teir leygardagin høvdu vitjan av Royn.
Dysturin endaði 4-1, men leingi sá alt annað enn gott út hjá vertunum. Tíðliga í dystinum legði Eyðstein Jacobsen eisini gestirnar framum, men hóast royndi Birgir Joensen síðani javnaði, tóktist tað ganga striltið hjá heimaliðnum at skapa sær neyðugu yvirvágina.
Og tá Sonni Johansen so eisini fekk reytt kort seint í dystinum, tóktist døpru útlitini at gerast enn verri, men onkursvegna gjørdist her talan um eina positiva vend.
Per Joensen kom á vøllin, og hann var eisini maðurin, sum legði heimaliðið framum, og bólturin var ikki meira enn givin upp, so stóð 3-1 á talvuni.
Seinastu løtuna tveittu gestirnir so nógv fólk fram í royndunum at vinna tað mista aftur, men tað kostaði í hinum endanum, har brasilski Wellington kundi endaliga staðfesta sigurin.


FS Vágar-Royn 4-1 (1-1)
0-1: Eyðstein Jacobsen
1-1: Birgir Joensen
2-1: Per Joensen
3-1: John Johansen
4-1: Wellington