Fiskaaling veit í dag at siga, at granskingarúrslit hjá TARA og Fiskaaling vórðu løgd fram á altjóða tararáðstevnu í Keypmannahavn í gjár, 23. juni.
Á ráðstevnuni, sum kallast "International Seaweed Symposium", eru 443 taragranskarar og taravinnurekandi úr 50 londum.
Agnes Mols Mortensen, sum starvast hjá Fiskaaling, helt eina framløgu við heitinum "Variation in growth and quality of Saccharina latissima cultivated in the Faroe Islands".
- Talan er um granskingarúrslit frá samstarvi millum TARA, Fiskaaling, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Danmarks Teknologiske Universitet.
Fiskaaling veit at siga, at úrslitini vórðu væl móttikin á ráðstevnuni í Keypmannahavn, og bæði fyritøkur og granskingarstovnar hava víst áhuga fyri framtíðar verkætlanarsamstarvi.