Tóku upp til film í Bø um vikuskiftið

Nógv fólk vórðu savnað í Bø um vikuskiftið, tá ið filmsupptøkur vóru á skránni.

Filmsupptøkurnar til filmin "Fågelfångarens son" eru byrjaðar og um vikuskifti vóru hópin av fólki til staðar í Bø, har upptøkur vóru á skránni. Tað er svenski leikstjórin Richard Hobert og framleiðararnir Göran Lindström og Anders Birkeland, sum nú eru farin undir at gera upptøkur til filmin. 

 

 

 

 

"Fågelfångarens son" er ein gomul søga úr Gásadali um eini bóndahjún, sum hava ilt við at fáa ein son. Føroyska søgnin sigur, at ein dagin, tá ein fronsk skonnart lá á vágni, róð bóndin konuna umborð og níggju mánaðir seinni átti hon ein son. Richard Hobert sigur, at ein føroysk kvinna í Svøríki ringdi til hansara ein dagin í 2012 og segði honum søguna.

 

 

 

 

- Tað var okkurt í boðskapinum í søguni, sum fangaði meg. Eg haldi, at hon talar inn í okkara tíð eisini, við ættleiðing, hjúnaskilnaði, brotnum og samansettum familjum og øðrum. Hetta sterka stríðið millum at hoyratil og at standa uttan fyri, fangaði meg beinanvegin. Hetta er eitt stríð, sum gjøgnum, kærleika, familju og samanhald rakar beint inni í hjartað í okkara samtíð, sigur hann í upptøkum, sum síggjast her

 

 

 

 

Richard Hobert leggur dent á, at hóast filmurin er bygdur á søguna úr Føroyum, so er tað ikki veruliga søgan, sum verður søgd. Hann hevur einans heinta íblásturin haðani. Upptøkur vera eisini í Gásadali og í gomlu farstøðini í Vága Floghavn.

 

 

 

 

Eini 60-70 statistar vóru í Bø um vikuskiftið í sambandi við upptøkurnar, sum in.fo skilur.