Tóku tvey fólk fyri at bróta lógina um rúsevni

Nú um vikuskiftið hevur løgreglan havt eitt átak ímóti rúsevnum

Nú um vikuskiftið hevur løgreglan havt eitt átak í Norðurøkinum ímóti rúsevnum. Norðurøkið er alt økið norðan fyri brúnna um Streymin.

Í hesum sambandi hevur løgreglan havt eitt serliga vakið eyga við ymsum støðum, har tey vita av royndym, at fólk hittast í sambandi við rúsevni, umframt at tey hava kannað bilar, sum tey onkusvegna hava havt illgruna um.

Úrslitið var, at tvey fólk eru skuldsett fyri at bróta lógina um rúsevni. Talan var um lógarbrot, tað vóru lítlar nøgdir av rúsevnum, talan var um, og tey høvdu amboð at roykja hassj við.