Tóku skip fyri gamla skuld

Myndugleikarnir í vesturafrikanska landinum Ghana hava lagt hald á argentinska seglskipið "Libertad", og teir hótta nú við at selja tað fyri at fáa fatur á pengum, sum teir eiga til góðar hjá argentinska ríkiskassanum.

Argentinar eru í øðini og siga, at Ghana hevur brotið altjóða lóg við at leggja hald á skipið.

Men stjórnin í Ghana heldur uppá, at hon hevur rættin á sínari síðu. Stjórnin vísir á, at tá Argentina í 2002 sýtti fyri at rinda tað, sum landið skyldaði uttanlands, skyldaði argentinska stjórnin Ghana eitt lán, og teir pengarnar hava argentinar ongantíð goldið. Tí metir Ghana seg hava rætt til at leggja hald á skipið og at selja tað fyri at fáa nakað av pengunum aftur.

-Tey, sum eiga skipið, mugu rinda skuldina hjá argentinska ríkiskassanum ella møta í rættinum, sigur Richard Anomo hjá ghanesiska havnarverkinum við AFP-tíðindastovuna.