Tóku skip aftur frá sjórænarum

Servandir hermenn úr Sameindu Arabisku Emiratunum hava fríað eitt farmaskip, sum sjórænarar rændu í Arabiska Havinum fyrramorgunin. Almenna tíðindastovan WAM skrivar, at hermenninir tóku seg umborð á skipið ?MV Arilah-I? eystan fyri omansku strondina. Sagt verður, at hermenninir fingu hjálp frá flogvápninum og amerikanska herflotanum, sum hevur støð í Bahrain.

WAM skrivar, at sjórænararnir góvu seg yvir, og at manningin á farmaskipinum varð bjargað í øllum góðum og hevur tað gott.

?MV Arilah-I? var á veg úr Avstralia til Dubai. Eitt dótturfelag hjá einum almennum felagi í Abu Dhabi eigur skipið.