Aftur í nátt hevur løgreglan verið úti við radaranum og kanna ferðsluna. Og aftur í nátt hevur løgreglan staðið Millum Fjarða og kanna eftir, hvussu skjótt bilarnir koyra.
Har stendur løgreglan javnan og mátar hvussu skjótt bilar koyra, og hóast bilførarar áttu at vita, at vandin fyri at verða tikin, er stórur, er tað kortini at kalla hvørja ferð onkrir bilførarar, sum koyra alt ov skjótt.
Í nátt vórðu tríggir bilførarar tiknir og tveir av teimum fáa klipp í koyrikortið fyri at koyra ávíkavist 107 og 110 kilomatrar um tíman. Tann triði bilførarin koyrdi 117 kilometrar um tíman og hann má sostatt taka koyrikortið av nýggjum. Tað skal hann gera, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.
Í gjár var løgreglan somuleðis úti við radaranum. Hesa ferð stóðu tey við Áir og máldu, hvussu skjótt bilarnir koyrdu har.Úrslitið var, at fýra bilførarar vórðu skrivaðir upp fyri at koyra ímillum 102 og 110 kilometrar um tíman, so teir fáa allir klipp í koyrikirtið, umframt at teir fáa bót.
Tann eini av teimum var ein útlendskur bilførari, og tá ið útlendingr fáa bót fyri at koyra ov skjótt, skal bótin rindast á staðnum
Harafturat fingu fýra bilførarar bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Hóast tað ljóðar av nógvum, at sjey bilførarar eru tiknir fyri at koyra ov skjótt, heldur løgreglan, at kortini, at tað er eitt rættiliga lágt tal, tá ið hugsað verður um, hvussu nógvir bilarnir eru, sum koyra eftir vegunum. So yvirhøvur halda tey, at bilførarar duga sær hógv í ferðsluni.