Tóku okkum saman

Hóast trupla byrjan, so kom Sigrid K. Vang sterkt aftur, og við framúr skjóting í seinasta umfarinum legði hon lunnar undir føroyska sigurin, sum sostatt ongan tíð kom í vanda

Ein av teimum heilt royndu í føroyskari bogaskjótin er uttan iva Sigrid K. Vang, sum higartil hevur tikið fleiri gullmerki heim við til savnið heima hjá húskinum.
Hesa ferð var tó um reppið, at einki gylt metal kom til høldar, og Sigrid var sjálvandi ovurfegin, nú tað kortini eydnaðist í seinastu royndini.
- Vit vistu av, at hetta var seinasta útkall, um tað skuldi verða til nakað. Hvør í sínum lagi royndu vit so at taka okkum saman, soleiðis at vit fingu lyft okkum sum lið.
- Tað tóktist eisini at eydnast væl í morgun, men sum dagurin leið, so kom alt meira vindur, og tí høvdu vit helst nakað væl av nervum, áðrenn vit fóru undir finaluna.
Sjálv fekk Sigrid heldur ikki best hugsandi byrjanina til hetta umfarið, men hon megnaði kortini at reisa seg, og seinasta umfarið tóktist als eingin ivi at vera. Tað má sigast at vera væl afturkomið av skjúttanum, tá talan bert um níggju ørvar, og sjálv tóktist Sigrid eisini at vera fegin um, at hetta hevði eydnast henni.
- Tað er jú so lítið at geva í slíkari kapping, og tí gongur tú nærum og hugsar um, at tú kanska hevur kostað sigurin, um okkurt kiksar. Tá mást tú bara royna at reisa teg aftur, og tíbetur eydnaðist tað, segði altso Sigrid K. Vang at enda.