45 fólk vóru møtt til fundar leygardagin, tá ársaðalfundur var hjá Heilafelagnum.
Allir fimm nevndarlimirnir í felagnum stóðu fyri vali á fundinum, og valdu tey øll at stilla upp aftur. Tey fimm, Emil Michelsen, Estur Lognberg, Maud Wang Hansen, Jógvan Telling og Ann Hovland vórðu øll afturvald.
Ein broyting var tó tá tiltakslimir skuldu veljast. Helena Fríðheim stillaði ikki uppaftur, og í hennara stað varð Sunnuvá Davisen vald. Sostatt eru Sunnuvá Davisen og Tove Johansen tiltakslimir í nevndini.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn, men verður tað gjørt á fyrsta fundi eftir aðalfundin.









