Lagið er ringt heima hjá Maj-Britt Jacobsen í Havn. Hon og mamman Majken eru fullkomiliga upploystar í gráti. Hini skyldfólkini syrgja eisini, og vinkonurnar hjá Maj-Britt skiftast um at vera hjá og taka sær av familjuni.
Hetta er ein familja, sum júst hevur mist eitt barn. Barnið er tó ikki deytt. Seinnapartin mánadagin komu myndugleikarnir og tóku hálvt annað ára gamla Markus, sum er ættaður úr Etiopa. Hann varð fluttur til Danmarkar sama dag, og Maj-Britt og tey sleppa ongantíð at síggja hann aftur.
Í 2008 vórðu Majbritt og maðurin góðkend at kunna ættleiða eitt barn.
Tað tók langa tíð at fáa barnið, men 5. januar í ár fingu tey mynd av dreinginum.
27. februar fóru foreldrini saman við báðum ommunum til Etiopa, og 2. mars kundu tey fara eftir honum á einum barnaheimi.
12. mars komu tey so heim til Føroya við Markusi, sum er næstan 20 mánaðir nú.
Tá ið Maj-Britt í fjør fekk ein treytaðan dóm við eitt ára royndartíð fyri eina býtta gerð, fór hon beinanvegin til politiið og bað um eina revsiváttan. Hana fekk hon, og har stóð einki á. So hugsaði hon ikki meira um tað.
Lívið gekk sín dagligu gongd. Markus treivst væl.
Hevði tað gott
Bæði barnavernd, heilsusystirin og ein pyskologur hava úttalað, hvussu gott drongurin hevði tað. Hann var ein glaður drongur, sum mentist í hvørjum.
- Men fríggjadagin í hinari vikuni koma bræv frá Ríkisumboðnum um, at maðurin hjá mær í fjør fekk ein dóm fyri rúsdrekkakoyring, og at hetta høvdu vit dult, sigur Maj-Britt.
Ikki fyrr enn tá visti hon, at tað finnast tvey sløg av revsiváttanum. Í øðrum slagnum stendur einki, tí ta váttanina kann prsónurin brúka, tá ið hann ella hon eitt nú søkir arbeiði. Frá politinum hevði hon fingið at vita, at í hennara váttan stóð einki, tí sambært dóminum skuldi hon hava ein kans aftrat.
Men so er tað hitt slagið av revsiváttanum. Tá ið hægri myndugleikar spyrja eftir revsiváttan, fáa teir alt at vita..
- Høvdu vit vitað hatta, høvdu vit ikki ættleitt eitt barn. Eg skilji heldur ikki, at myndugleikarnir gera slíkar kanningar, eftir at foreldrini hava fingið barnið. Tær kanningarnar áttu at verið gjørdar frammanundan, at eitt barn verður rykt upp úr sínum heimlandi og fer til onnur fólk í einum øðrum landi og knýtir seg at teimum, sigur Maj-Britt.
Í brævi frá Ríkisumboðnum fekk Maj-Britt at vita, at tað var hennara skylda at koma við upplýsingunum um revsing, og at málið nú fór at verða tikið uppaftur.
Kallað á fund
Málið var fyri hjá Ríkisumboðnum og hjá adopsjónssamráðnum, sum kom til ta niðurstøðu, at góðkenningin til at ættleiða varð tikin aftur frá Maj-Britt og manninum.
- Við stuttum skotbrái fingu vit boð um at koma á fund hjá Ríkisumboðnum klokkan 2 fríggjadagin í seinastu viku, og um kvøldið vóru eg og mamma aftur á mfundi við ein fulltrúa hjá Ríkisumboðnum.
- Hon spurdi meg um alt millum himmal og jørð, og tá ið eg ikki mintist okkurt, segði hon seg hava allar tær upplýsingarnar, sigur Maj-Britt.
Fulltrúin segði henni, at um hon ætlaði at kæra, skuldi hetta gerast í seinasta lagi klokkan 10 mánamorgunin. Tað var ikki lætt at náa, tí vikuskiftið var ímillum.
Innrás
Mánadagin var familjan samlað, og knappliga sóu tey fremmandafólk í túninum. Har vóru umboð fyri barnaverndina, ein sosialráðgevi, ein fulltrúi frá Ríkisumboðnum og tveir politistar.
- Túnið fyltist við bilum, og tey komu til okkara uttan aðra ávaring. Eg varð biðin um at pakka nøkur klæðir niður og finna fram bamsur og annað, sum Markus var góður við, sigur Maj-Britt.
Hon grætir alla tíðina, meðan hon sigur frá.
- Og eg havi fingið at vita, at mánakvøldið fóru tey til Danmarkar við honum, tí hann skuldi á eitt barnaheim. Men hvar kundi eg ikki fáa at vita. Eg fekk eisini at vita, at eg ongantíð síggi Markus aftur.
Majbritt sigur, at tað var ein ræðulig løta. Hon var púra frá sær sjálvari og hini í familjuni eisini. Lagið var heldur ikki gott á gestunum í túninum.
- Og pápin hjá dreinginum er ikki heima. Hann er umborð á skipi út fyri Nigeria og slapp ikki at siga farvæl við sonin. Tá ið hann kemur heimaftur, er eingin sonur í húsunum.
Avleiðingar fyri barnið?
Maj-Britt skilir ikki stigið, sum myndugleikarnar hava tikið móti barninum. Markus varð ryptur upp við rót í Etiopia og kom til Føroya til fólk, sum hann knýtti seg at beinanvegin. Útlitini til, at hann fór at fáa eitt gott lív, vóru góð. Nú varð hann eina ferð enn skræddur frá sínum næstu.
- Hvussu við barnsins tarvi? Eitt er, at vit øll eru farin í knús, men hvat kann hetta ikki fara at gera barninum?
Maj-Britt hevur gjørt sær greitt, at hon aldrin aftur verið mamma.
- Vit vónaðu í fleiri ár at fáa eitt barn, men ikki bar til. Umsíðir fingu vit heimsins fittasta barn, og so komu tey bara og tóku hann, sigur Maj-Britt, sum er í tí óvanligu støðu, at hon er í barsilsfarloyvi men hevur einki barn.
- Eg veit ikki, um eg tori út aftur í gerandisdagin. Fólk halda meg ivaleyst vera eina vanaliga mammu. Alt mítt lívsgrundarlag er rypt undan mær, sigur Maj-Britt.









