Stutt eftir klokkan eitt vóru eini seks løgreglufólk at síggja í Havnargøtu ella røntguni í Havn.
Heili 20 bilar vórðu funnir við lógarbrotum hesar stuttu tveir tímarnar løgreglan var úti.
Mest vanliga lógarbrotið var, at fólk ikki høvdu minst til at spenna trygdarbeltið. Heili 12 fólk høvdu ikki minst til at tryggja seg ella onnur í bilinum, og tað gevur minst eina bót á 150 krónur.
Næstvanligasta brotið var at hava trupulleikar við lyktunum. Fýra vórðu steðgað fyri hetta, og bótin fyri lyktir liggur millum 150 og 250 krónur.
Annars vóru brotini fyri slitin dekk, nøkur høvdu ikki koyrikortið við og onkur hevði onkra týdningarmikla samrøðu, sum tey máttu gera í bilinum við telefonini í hondini.
- Mann kann nokk siga, at summar av bøtrunum eru láturligar, og tað verður torført at verja nakra tímaløn, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Men hetta fer eisini at broytast, tí longu 1. oktobur verða lægstu bøturnar settar upp á 500 krónur og hvørt lógarbrot verður lagt saman.