1 millión av 5 milliardum politiskt stórmál?
Mín góði vinur Finnbogi Ísaksson plagdi onkuntíð at skriva um krakkaveldið – bureaukratiið.
Hetta rættiliga rámandi hugtak rennur mær ofta í hug í hesum døgum.
Vit hava verið vitni til, at hóast eina útreiðslusíðu uppá 5 milliardir á fíggjarlógini, so er eitt hol á Rituni til eina millión blivið til eina stóra politiska diskussión, um at man sum skjótast má fáa heimild til vega, at lappa holið aftur.
Heimild til vega? Hevur Strandferðslan ikki heimild at lappa skip, tá hol kemur á tey? Skal krakkaveldið spyrjast eftir fyri hvønn maskinskaða ella hvørja lítla ábót?
Tað ber ikki til at hava ein rakstur, um hvørki stovnsleiðarar ella landstýrismenn hava nakað pláss at disponera fyri óvæntaðum skaðum. Gomul skip koma altíð at tørva óvæntaðar ábøtur av ymsum slag, og tað má tað verða pláss fyri í budgetteringini hjá landinum.
Fyrr var tað soleiðis, at um eitt skip hjá landinum fekk eitt hol ella ein maskinskaða, so bar man so í bandi, at holið bleiv lappað skjótast gjørligt av rakstrarjáttanini hjá stovninum. Skattgjaldarin betalir sjálvandi ikki sín skatt, fyri at skip hjá landinum liggja við kei og bíða eftir bureaukratinum.
At lappa eitt hol fyri eina millión má tað verða pláss fyri hjá einum almennum stovni við so stórum rakstrarroknskapi sum Strandferðslan, uttan at krakkaveldið og Føroya Løgting skal mobiliserast í einari tilgongd, sum tekur fleiri vikur.
Einasta grund til at vit tykjast sleppa undan hesum nú, er at vit bert eru í januar mánað enn. Um hetta hendi seinni í árinum, so skuldi bureaukratimyllan verið sett í gongd.
Eitt symptom upp á eina almenna skipan sum ikki riggar
Málið um Rituna er bara eitt symptom upp á ein nógv størri trupulleika. Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan drepa allan náttúrligan rakstur og initiativ, tá tey leggja sina køvandi hond á alt tað almenna við millimeturstýring úr toppinum.
Ung fólk halda tað ivaleyst verða náttúrligt, at Magnus Heinason, Brimil og Tjaldrið liggja við kei ein stóran part av teimum seinastu mánaðunum, tí teir noyðast at spara olju. Ung fólk halda ivaleyst eisini, at tað er náttúrligt, at sjúkrahúsdeildir verða stongdar, tá árið fer at halla, og at tænastan í heimahjálpini lækkar frá degi til dags, tí at sparast má fram móti ársenda.
Hetta eru alt rættiliga nýggj fyribrygdi, sum partvís eru tekin um umsiting, har atlitini til krakkaveldið eru sett fram um atlitini til borgaran.
Ongantíð fyrr hava so nógv vælútbúgin fólk fingið litið so lítið til sum nú
Vit hava ongantíð fyrr havt so nógv dugnaligt og vælútbúgvið fólk úti á landsstovnunum, men ongantíð fyrr hava tey havt so lítlar heimildir sum nú. Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan leggja sína køvandi hond á alt initiativ. Sjálvandi verður raksturin hareftir.
Eitt gott dømi um initiativ innan tað almenna, sum er blivið køvt, er tá Apoteksverkið vildi sleppa at framleiða heilivág til útflutnings.
Tað mátti verið so upplagt, um tað loysir seg. Eingin annar ger slíkt í Føroyum, so har nervar man onga kapping, og um útlendskir keyparar finnast, so kundu vit tiltrekt nøkur eyka ung fólk við góðum útbúgvingum aftur til Føroya at arbeitt innan hetta økið.
Ístaðin so bleiv Apoteksgrunnurin tømdur inn á fíggjarlógina.
So vil onkur siga, at tað ikki er ein almenn uppgáva at framleiða heilivág til útflutning. Tað kann so væl vera, men um tað loysir seg, so er tað í mínari verð betri, at almenna Apoteksverkið ger tað, enn at eingin í Føroyum ger tað.
Tann køvandi hondin vil hava meir at leggja seg á
Hvat ger okkara fíggjarmálaráð, tá tað sær, at tað almenna stagnerar í initiativloysi? Tað innførir meira toppstýring! Meiri kontroll og skráseting úr erva. Tað er enntá komið so langt, at man vil sleppa framat vælvirkandi grunnunum, sum tíbetur liggja uttan fyri Gjaldstovu- og fíggjarmálaráðsskipanina.
Tíverri sær tað út til, at fíggjarmálaráðharrar á rað og ikki so fáir tinglimir gleðiliga vilja gerast ørindasveinar hjá krakkaveldinum. Um Bergtóra Høgnadóttir skal takast fyri fult, so sær tað út sum, at Tjóðveldi er til reiðar at fara eftir Samhaldsfasta og fáa hann inn undir Fìggjarlógina.
Hendir tað, so eigur borgarin at biða um at fáa alt útafturgoldið, sum er goldið inn, tí at so eru pengarnir kravdir inn undir skeivum fortreytum.
Tað var ongantíð ætlanin, at Samhaldsfasti skuldi inn undir fíggjarlógina. Krakkaveldið hevur í nógv ár við heimagjørdum yvirtulkingum av stýrisskipanarlógini roynt at sloppið framat honum og ALS, men tíbetur hava politikarar havt so frætt av ryggi, at teir hava sagt kortanei.
Almennu Føroyar rigga heilt einfalt ov illa í dag
Tað er eingin, sum kann siga, at almennu Føroyar generelt rigga væl í dag. Sjálvandi er einki fullkomið, og hevur heldur ongantíð verið tað, men tá t.d. skipanir sum heimahjálpin, sum fungeraði fínt fyri 25 árum síðani uttan økisleiðarar á hvørjum tanga og ein stóran yvirbygning, ikki riggar longur, so er okkurt reint galið í okkara skipan.
Yvirtrekkini á Fíggjarlógini eru ikki minni, enn tey plagdu at vera. Gamaní eitur tað nú eykafíggjarlógir, men tað er í praksis yvirtrekk á fíggjarlógini, talan er um. Vit kundu tað sama havt eina árliga uppsamling, við teimum avleiðingum, sum skulu takast, sum man kennir tað aðrastaðni, heldur enn í tíð og ótíð at noyðast at mobilisera eitt tungt pappírsapparat fyri bagatellir, sum eiga at hoyra til dagligan rakstur. Tað er einki annað enn beskeftigilsisterapi fyri umsitingina.
Broytið játtanarskipanina og niðurlagið Finn Norman Christensen bygnaðin, so ábyrgd og initiativ fer út til almennu stovnarnar
Tá okkurt ikki riggar, so má tað broytast. Játtanarskipanin hjá landinum má broytast, saman við Finn Norman Christensen bygnaðinum.
Tað ber ikki til, at vit hava dugnaligar og vælútbúnar stovnsleiðarar, sum ikki eingongd sjálvir sleppa at bestemma, hvørja telduskipan teir skulu brúka til bókhaldið.
Ger man eina skipan, sum fer við vaksnum fólki, sum vóru tey børn, so fær man úrslit hareftir. Tað síggja vit í almennu Føroyum í dag.









