Tá kongur er næsti maður Guðs

Sveisarin Oliver Jufer kann fáa 75 ára fongsul fyri at hava oyðilagt tvær myndir av teilendska konginum

Oliver Jufer varð tikin har norðuri í Teilandi tann 5. desember. Hann var drukkin og hevði í fyllskapi oyðilagt tvær myndir av teilendska konginum, Bhumibol.
Tað skuldi hann ikki havt gjørt. Bhumibol, sum hevur verið kongur í Teilandi seinastu seksti árini, er ikki bara kongur, men sambært teilendskari siðvenju næsti maður Guði, og í grund­lógini stendur beinleiðis, at ongum er loyvt at niðra kong.
Tað gjørdi tann 57 ára gamli Oliver Jufer, og sam­bært lógini kann hann fáa upp í 75 ára fongsul. So harða revsing fær hann ikki, tí hann hevur játtað seg sek­an, men verji hansara sigur við Reuters, at Oliver Jufer sleppur ikki undan fong­sulsrevsing.
Dómur fellur í málinum 29. mars.